Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Føroyski Spandau-depilin

Í áravís hava vit fylgt svínoyinginum í Lopra, Páll Suna Joensen, sum hevur fingið eina merkverdiga, og lítið professionella viðgerð á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Vit vita, at hann pínist, men hvat líkist tað, at maðurin alment sigur seg óttast fyri lívinum, tí hann ikki fær ta neyðugu viðgerðina á Psykiatriska Deplinum, og sigur, at hann føldi seg noyddan, at viðurkenna yvirfyri Kriminalforsorgini, at lækni biður hann taka lívið av sær.

Vit minnast grein, tá Páll Suni Joensen, var spentur í reim, bara tí hann setti spurningar til starvsfólkini um hvussu ta bar til, at tey fingu vín til matin á jólum.

Vit fingu ein túr inn í stongda heimin, tá hesin svínoyingurin mátti bøta við reimini. Hann slapp at liggja í meira enn 24 tímar, meðan hann bæði pissaði undir seg og lat øll vita, at hann eisini hevði tømt lorta-posan.

Har lá neyðardýrið hjáparleyst, meðan boð vóru send eftir táverandi leiðara á Kriminaldeildini, sum mátti halda fyri nøsina, og tað gjørdu løgreglufólk eisini.

Hóast sjúklingar sambært psykiatrilógini, hava krav uppá stuðulsfólk, so er hetta meira ein táta enn veruleiki. Sambært Páll Suna, fær hann ongan at tala sína sak fyrr enn nógvir dagar eru gingnir við pínu.

Sjálvt um hann hesaferð heldur ikki hevur fingið samband við nakað stuðulsfólk, so hevur hann tó sjálvur sett rímulig krøv, sum eingin hevur klárað ella torað at víst aftur.

At vit her hava eina lagnu, sum er blivin sjúkari av at hava samband við psyikatriska depilin, eigur at fáa einhvønn habilan persón at spyrja, hvat ólukkan hendir á hasum stovninum.

Vit vita, at leiðslan fyri stovnin hevur gjørt alt fyri at nokta fyrrverandi sjúklingum innlit í egnar journalir, sjálvt um hetta beinleiðis stríðir í móti lógini.

Ein annar persónur, sum í áravís hevur barst í móti deplinum, er Ann Mari Berg, sum var doyvd í fleiri ár. Hon fær ikki innlit í sína sak, tí stovnurin velur at verja onnur onnur.

Hennara lagna er kend. Hon varð innløgd, bara tí hon boðaði frá, at hon var misbrúkt. Skjøl vísa, at ein følsk diagnosa var gjørd á stovninum, og brúkt í móti henni í ártíggir.** Hvat hendir: - Hví ger ongin nakað við hendan føroyska Spandau-depilin?

 ----

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...