Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Fløkjastampurin

Og so var tað tingkvinnan, sum følir trongd til at fortelja søguna um, at hon ikki,  setti krøv í einum flokki, sum hon  svølgdu  í øðrum flokki.

Men júst tað hendi, tá hon fór úr Sjálvstýrisflokkinum og datt niður í leypin hjá Javnaðarflokkinum, í hvørs blaði, hon nú roynir at rættvísgera sína egnu støðu.

Kristianna Winther Poulsen, løgtingsfólk, segði  sambært in.fo í Sosialinum, at hon  ikki kundi  liva við konservativu kósini í Sjálvstýrisflokkinum.

Men  í Sjálvstýrisflokkinum var tað akkurát líka vítt til veggja, sum í Javnaðarflokkinum. Har sleppa tingfólk sjálvi at avgera hvørja støðu tey hava til etiskar spurningar, men har torir Kristianna Winther Poulsen, ikki at koma við treytaleysum krøvum um stuðul  til homoseksul lívsvirðir .

Kristianna Winther Poulsen, setti krøv í einum flokki, men svølgdu tey í einum øðrum flokki.

Har var eisini frælsi.

Og so var tað Trygdarskeiðið, sum kom í  havsneyð í løgtinginum undir ófráboðaðum fyrispurningum....

Og búgvið eftir gamla konu, sum varð lensað við milliónaupphædd, uttan at fútaembætið lyfti hond frá síðu, tó at Ríkisadvokaturin hevði álagt fútanum uppgávuna, enntá aftaná, at fútin hevði noktað.

Í staðin fyri at seta seg inn í tilfarið, sum var sent av bústjóranum, grundgav fútin eina og aleina uppá samrøðu við persónin, sum illgruni var um. Ríkisadvokaturin fekk klagu, og hann avgjørdi, at hetta mál skuldi kannast, men fútin vildi ikki, tí kravið var, at avgerðin hjá Ríkisadvokatinum, skuldi persónliga kunngerast fyri persóninum, sum var undir illgruna. Hetta gjørdi fútin bara ikki, og so fall málið til jarðar. Arvingarnir mistu harvið eina millióna upphædd.

Harvið kom eitt mál aftrat teimum mongu, sum hevur sett fútaembæti í Føroyum á listan yvir manglandi førleika, og at kritikkurin í móti embætinum ikki bara eru rættur. Hann er beinleiðis tiltrongdur. Gud viti um fútaskrivstovan ikki átti at sett fólki í starv hjá rúsuni, sum munnsmakkarar í staðin. Tað vildu tey fingið meira burturúr.

Ikki meira úr Fløkjastampinum á hesum sinni.