Oddagrein: Fingu pyntið um hálsin
Aftur í dag hava vit gjørt nógv burturúr Pidda-gøluni, við at gera samrøður við persónar, sum vóru sentralir í hesum krimimálinum, sum vísti seg at gerast størsta gølan í Føroyum.
Her verða spurningar settir, men ikki allir verða svaraðir, og paradoksini eru fleiri, men eftir stendir, at løgreglan hevur ikki gjørt annað enn runnið undan sannleikanum, og so verða fólk, sum onkusvegna standa løgregluni nær, brúkt at rættvísgera gallskapin.
Men í dag viðgera vit eisini sendingina hjá Kringvarpinum um Eik-gallskapin, ið eisini er eindømi í Føroyum uppá eina fíggjarliga gølu, og fíggjarligt óskil.
Vit leggja til merkis, at sendingarnar hjá Kringvarpinum ikki hava annað endamál enn at renna ørindir fyri Financiel Stabilitet.
Sendingin er illa frágingin, og als ikki nóg kritisk, og vit kunnu undrast yvir, at spurningar verða settir, sum annars verða roknaðir at verða trúnaðarupplýsingar.
Fleiri saknaðu, at Financiel Stabilitet, fekk spurningin við atliti til, at Marner Jacobsen, hevði upplýst, at eftirlitið hevði vent á einum talerki í samband við solvensin hjá bankanum, og soleiðis fekk sagt, at orsøkin til at bankin fall, lá ikki í hondunum hjá leiðsluni í Eik Banka.
Tað vildi verið áhugavert at hoyrt svarið uppá hetta, eins og sendingin kundi spurt inn til, um talan var um eina kreativa loysn, at P/F Estfalsskerð, kemur Eik-samtakinum til hjálpar fyri at pynta roknskapin...
Kreativ bókføring var nakað, Jørn Astrup Hansen, nevndi fleiri ferðir, bæði í fyrru sendingini og eisini í hesi seinnu sendingini.
Nógvir spurningar vórðu ongantíð settir, men tað fúlasta við øllum má sigast at vera, at Kringvarpið, við sendingini Radarin, í vikuni royndi at blása við mjøl í munninum.
Í sendingini var roynt at siga, at sjálvt um Einglapressan var ikki nóg kritisk, so vóru einglarnir kortini teir einastu, sum vóru kritiskir mótvegis Eik-ævintýrinum.
Tað kann vera, at tey í Kringvarpinum trúgva slíkum ørskapi í hasi trongu ostaklokkuni, men eingin annar trýr teimum.
Tey fingu pyntið um hálsin.