Oddagrein: EXIT
Sunnudagin skal danska felagið Copenhagen Infrastructure Partners hava eina millión krónur frá landsstýrinum sum endurgjald fyri, at sáttmálin um Eysturoyartunnilin ikki var undirskrivaður fyri 1. september.
Tað er onki, sum bendir á, at sáttmálin verður undirskrivaður, og sjálvt um løgmaður sigur, at heimildin fyri milliónini er í lagi.
Tað er eisini sáddur stórur ivi um prosjektið, at milliónin helst ikki kann grundgevast í teimum seks milliónunum, sum innlendismálaráðið sigur seg hava fingið játtað.
Men tá vóru umstøðurnar annarleiðis, og síðani tá eru deadlinir ikki hildnar, so milliónin helst kemur at mangla botnin.
Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, fekk eitt skjótt svar frá innlendismálaráðnum, tá hann skuldi grundgeva fyri hví kritiskar viðmerkingar frá lógardeildini í Innlendismálaráðnum, ikki vóru tiknar við niðan í løgtingið.
Nakrir fáir tímar gingu, so fekk løgmaðurin svarið í høvdið aftur. Rúni Joensen, aðalstjóri, boðaði frá, at løgmaður sjálvur valdi at koyra málið niðan aftur í løgtingið, og avtalan var, at varð sáttmálin ikki undirskrivaður til tíðina, kostaði hetta milliónina.
Eftirfylgjandi, hevur Kaj Leo Holm Johannesen, meira ella minni verið errin av, at hann valdi at koyra málið aftur í løgtingið.
Paradoksið her er, at sjálvt um tað vildi verið ivasamt um privata tunnilsætlanin nakrantíð vildi verið avdúka, um løgmaður ikki gjørdi hetta, so bjargar tað kortini ikki honum sjálvum undan ábyrgd.
Landsstýrismaðurin, løgmaður, aðalstjóri og løgmansstjóri, eiga heilt givið at koma á EXITvektina.
----------
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...