Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Exit uttan brodd

Hósdagin avgjørdi løgmaður, at loysa Kára P. Højgaard úr embætinum sum landsstýrismaður í innlendismálum. Fyribils fyrisitur løgmaður innlendismál.

Løgmaður sigur í hesum sambandi: “Eg virði tað stóra arbeiðið, landsstýrismaðurin hevur gjørt til tess at útbyggja undirstøðukervið, soleiðis at okkara samfelag støðugt kann betrast og mennast.

Eg má tó ásanna, at málið hevur skapt so mikið nógv órógv, at eg nú meti, at tað kann ávirka virkisføri hjá landsstýrinum. Tí havi eg tikið hesa avgerð.”

Hóast løgmaður framvegis sigur seg hava álit á landsstýrismanninum, og at avgerð hansara ikki byggir á løgfrøðina, men bara á eina politiska meting, so gevur Kaj Leo Johannesen, tó eisini pláss fyri, at málið verður kannað løgfrøðisliga, men tann partin nertir hann bara ikki við sjálvur. Tað má koma aftaná.

Tað er týðuligt, at løgmaður roynir at vera so smiddligur, sum gjørligt, og tað er ikki ósannlíkt, at hann vil kyrra í egnum flokki, har Bárður Nielsen, stendur klárur at taka yvir, samstundis sum løgmaður veit, at landsstýrismálanevndin viðgerð málið, og at løgtingið annars barslar við einari kanning av heimildunum.

Vit hava milliónina, sum privata felagið skuldi hava um undirskrivað ikki var fyri 1. september 2013, men ein annar upplýsingur skelkaði, at sokallaðu privatu gulldreingirnir, skuldi hava 8 milliónir í part árliga. Slíkt eigur at kannast út í æsir.

Andstøðan barslar við einari løgfrøðisligari kanning, men henni manglar at fáa eina játtan frá Janus Rein, sum bara ikki hósdagin, hevði frætt nakað, og hann ætlaði sær heldur ikki at stuðla uppundir nakað, sum minti um eina heksajakt eftir løgmanni, og skuldi hann við, so mátti hann hava fundarboð, og hava eina góða grundgeving.

Frákoyrdi landsstýrismaðurin heldur, at løgmaður ikki hevur annað val, enn at koyra hann frá, og tí er sannlíkt, at hann verður í samgonguni, men hann fremur ein taktiskan brølara um hann setir seg í móti, at Gl. Sjálvstýri sendir umboð í Tinganes, grundað á, at kann hann ikki brúkast, so skal ongin í hansara tóma stól.

Aðalstjórin í Innlendismálaráðnum, Runi Joensen, verður av løgmanni, hevjaður upp, sum nakað serliga stórt, men hann er ógvuliga flótandi í samband við spurningin um ábyrgd:

Í svarinum frá Innlendismálaráðnum, fáa vit at vita, at løgmaður kravdi málið aftur í løgtingið 27. juni 2013. Tá koma viðmerkingarnar frá løgdeildini og deildini fyri náttúruvernd og umhvørvi, í Innlendismálaráðnum, undan kavi, sum ikki vóru lagdar við uppskotinum. Men tær eru ikki skrivaðarfyrr enn 4. juli 2013.

Í remsuni av grundgevingum gevur aðalstjórin fatan av, at løgfrøðingarnir í Innlendismálaráðnum eru dugnaligir, men at ongin teirra kann javnmetast við hann sjálvan. Hvussu skal hetta samstarv kunna halda fram?

Tá ið aðalstjórin hevur ringt við at grundgeva fyri sínum sjónarmiðum, koyrir hann bara grundgevingarnar niður í loyniliga lumman, sum ongin mátti síggja!!??

Samstundis, sum Rúni Joensen, aðalstjóri, ruddar viðmerkingarnar av borðinum, avdúkar hann, at tunnilsprosjektið fer niðan í løgtingið 27. juni 2013, men at løgdeildin í Tinganesi lat frá sær upprit 4. juli 2013. Og so skrivar Innlendismálaráðið:

Orsakað av, at lógaruppskotið var úrslit av samráðingunum, sum blivu aftaná, at tað gjørdist greitt, at málið skuldi aftur í løgtingið, var avmarkað, hvussu nógvar viðmerkingar Innlendismálaráðið kundi taka til eftirtektar. Samráðingarnar vóru lidnar.

Vit kunnu tí ikki fáa annað burturúr enn, at Innlendismálaráðið upplýsir í móti betri vitan, tá uppáhaldið er, at viðmerkingar frá løgdeildini, kommunudeildini og Deildini fyri náttúruvernd og umhvørvi, sum ikki verða skrivaðar fyrr enn 4. juli 2013, eru tiknar til eftirtektar, og at lagt var upp fyri restini í sáttmálanum.

Málið er sera álvarsamt, men Kári fekk Exit uttan brodd.

----------

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...