Oddagrein: Er hol á
Sambært sosialu miðlunum, og ikki minst Facebook, er ein ávísur spenningur at hóma um ta kanning, sum løgreglan fyri serligum kriminaliteti í Danmark, er farið undir at kanna.
Í ártíggir hevur tað eydnast heimastýrismafiuni, at hildið landinum niðri. Onki skuldi kannast - og als ikki tað, sum líktist almennari korruptión. Hetta var heilt givið ein avleiðing av áttatiárunum, tá meginparturin av flippufólkunum í Føroyum, vóru skuldsett fyri at svika, ella at villleiða landsstýri. Sum øllum greitt kom onki burturúr, og tað var heldur ikki ætlanin.
Ongin, sum visti um svik ella villleiðing, kundi vera bilsin um at verða svikaður - og tað galt jú landsstýrið, sum hevði meldað. Fútin hevði við vilja lagt ein akademiskan feil í ákæruna, og tað virkaði. Royndin hjá óheftum kreftum innan løgregluna, at fáa málið eftir einum leisti, sum segði, at landskassin varð svikaður, riggaði ikki; tá fóru allar verjumekanismur í sving. Og heimastýrismafian hevur ikki havt meira at gjørt síðani.
Alt byrjaði við, at Oyggjatíðindi avdúkaði Global-gøluna, men tá hetta fall saman við skipapakkanum hjá tásitandi samgonguni hjá Atla P. Dam, bar ikki til. Blaðstjórin tapti fyri at skipapakkin kundi koma í gjøgnum, og trupulleikin har var tann sami, sum við Global. - Eingin eginpeningur, hóast lógarkrav.
Seinni gjørdi skattavaldið avtalu við Global-topparnar um, at teir skuldu betala skatt av fiktiva eginpeninginum, tá teir høvdu gjørt sær dælt av skattligum avskrivingum. Hóast hetta var ein viðurkenning av, at Oyggjatíðindi alla tíðina hevði havt rætt, skuldi hesin dómurin ikki takast uppaftur.
Tað var heldur ikki tað ringasta. Tað ringasta var, at ákæruvaldið brúkti hendan falska dómin at leggja botn fyri, at fongsla blaðstjóran, og hvørki skattavaldið ella nakar innan føroysku umsitingina rørdu ein fingur, sjálvt um prógv vóru fyri, at eginpeningurin var fiktivur, og at hetta eisini var viðurkent av Global-toppinum.
Nú er so ein møguleiki komin. Og fólk eru spent sum smábørn. Fáa føroyingar loksins uppruddingina, ella er hetta bara tíðin at pussa gloriuna hjá ávísum persónum, so er hetta spell, tí allir føroyingar vita at landið bara hongur saman av berari korruptión. - Er hol komið á. Fáa vit uppruddningina, sum øll vilja?
----------
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...