Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Eitt skvett av høsnalorti

Snowdon, sum avdúkaði USA fyri at njósnast í móti øllum heiminum, fekk risan at ressast. Heimspressan fekk til uppgávu at spýggja tíðindir út um, at Ecuador spælir sær við USA, tó at landið er kent fyri ikki at virða mannarættindini, og danskir miðlar spældu óført við. T.d. Politiken.

Tað er nú ikki sørt løgið, at fjølmiðlarnir gera so nógv burturúr, at Ecuador umhugsar at geva Snowdon friðskjól. Talan er ikki um mannarættindaprinsippir, men um heimspolitikk, tí hendan sakin um Snowdon, og ikki minni sakin um WikiLeaks-stovnaran, Julian Assange, prógva hetta.

Teir báðir grundgeva í mannarættindaprinsippunum hjá ST fyri teirra virksemi, og vit leggja merki til, at USA, sum sigur seg byggja á frælsi, er farið heilt upp í reyða feltið, tí ongin skal hava frælsi at avdúka krígsbrotsverkini hjá USA.

Og herfrá kenna vit lítla Danmark, sum eisini hevur heimsins longsta mannarættindapeikifingur eftir londum, sum Turkaland og Kina, tá ikki handilsavtalur forða peikifingrinum.

Sokallaði frælsi heimurin er als ikki frælsur. Seinasti journalisturin í Danmark var fongslaður í 1940´unum, men í Føroyum sat journalistur fongslaður í nítiárunum – enntá fyri úttalilsir hjá øðrum navngivnum persóni, so danska rættarskipanin hevur líka lítið at reypa av sum USA, tá hvørki Turkaland ella Kina hava sagt seg vera betri enn teirra umdømi. Bæði USA og Danmark hava prógvað, at pressufrælsið er bara eitt hentleikaflagg, sum er galdandi við hvørt – eftir lyndi og umstøðum.

Og meðan vit høsnast, so vilja politikarar í Danmark taka maktina aftur frá embætisfólkunum. Tað er upp á tíðina. Umsitingin er sera vandamikil, tí hon sjáldan er nóg gløgg heldur, og tað er ikki minni galdandi her heima hjá okkum.

Og so var tað heryvirmaðurin í DK, sum avdúkaði at fangar vóru píndir, meðan danskir hermenn eygleiddu støðuna. Rættarskipanin í DK verjir støðuna hjá herinum, tí valt verður at fara eftir persóninum, sum ”smettaði”, og tí er moralurin heldur ikki smettin betri enn tann í toppstýrdum einaræðislondum har sonn mannarættindavirðir ikki eru galdandi.

Konufólkarevur, politiskur bandittur, ja vit kunnu seta nógv nøvn á Berlusconi, men, ein dómur uppá sjey ár? Aftur her var talan um ein hevndardóm, heldur enn at finna rættvísa revsing, tá dómurin var munandi meira skerpandi enn sjálvt ákæruvaldið kravdi og helt vera rímuligt, og hasi plaga at krevja høga revsing.

Vit vita, at Pervez Musharraf, við pakistanska herinum í rygginum, framdi kvettroynd. Hann er skuldsettur fyri landasvik í sambandi við undantaksstøðuna, hann setti í gildi í november 2007, tá hann eisini gav boð um at handtaka fleiri dómarar. Tað, sum kanska ikki er so dámligt er, at núverandi forsetin hevði maktina, tá kvettroyndin var framd, og nú luktar tað av hevnd heldur enn av rættvísi, og tað er ikki serliga gott fyri rættarkensluna.

Og úr okkara egna høsnagarði, høsnaðust tey í Føroya rætti: Bjørn á Heygum, advokatur, viðurkendi sína egnu advokat-gølu, at hava svikið sín egna klient, men bleiv kortini ikki dømdur at gjalda 100 túsund til klientin.

Men hvønn vardi dómurin - advokatin ella tryggingina?

Okkara rættarkensla fekk aftur eitt skvett av høsnalorti. ----

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...