Oddagrein: Eitt sindur av hvørjum...
Nú er Miðflokkurin komin upp í skaran av politiskum flokkum, sum halda, at tingmenn og SvF kunnu lúgva skjótari enn hestur ríður. Hetta førdi til Gammeltoft-kanningina, sum staðfesti, at løgmaður hevði givið løgtinginum “urigtige” upplýsingar. Niðurstøðan avdúkaði so eisini, at andstøðan og SvF, høvdu logið um “break-fee” avtaluna, og um onnur prinsipiell viðurskiftir. Og nú Miðflokkurin stuðlar lygnini, er tað bara løgmaður, sum skal taka avleiðingarnar, heldur flokkurin, sum bara ikki vildi atkvøða fyri misáliti.Men vit spyrja: Hví skulu tingmenn ikki eisini umbera sínar grovu lygnir, sum, vóru tær ikki førdar fram, var heldur eingin kanning gjørd!!!
Og so var tað LGBT, sum saman við Norðurlandahúsinum, vildi uppdraga føroyingar, at “lika” eina murtalongd av fúlum frá Agerblad. Hægsta ynski hansara er, at Jenis av Rana og Jógvan, vórðu heiðursgestir. Talan kundi bara vera um Jógvan á Lakini. Tað mundi so vera ein Samkynd kvøldbøn við fúlum seglum...
Hanin gali spennandi við so pinn-stívum undirhaldi, kundi staðfestast..
Og so var hann aftur, Sjúrði Skaale, og gjørdi seg sjálvan áhugaverdan við at siga, at Poul Watson og felagsskapur hansara, royndu at seta danir og føroyingar upp í móti hvørjum øðrum.
Hetta er bæði tvætl og nonsens um eina leið. Søren Pind, løgmálaráðharri, hevur verið úti alment og róst føroyingum og donskum myndugleikum í Føroyum fyri effektivt, at hava forfylgt umhvørvisfólkunum. Hatta eiga danir fulla ábyrgd av. Pakka tú bara hasa kenningina niðuraftur, og pakka so útaftur á Ólavsøku, og spæl býtt sum øll onnur, vóru ráðini til hansara frá blaðnum.
Harra Gud, hvat hendir: Um morgunin 23. juli 2015, fingu vit at vita gjøgnum Kringvarpið, at føroyskir myndugleikar fóru onki at gera við, at Íslendingar høvdu noktað grønlendskari manning at verða sigld út til Næraberg í íslendskum sjógvi, tí hetta var heilt eftir bókini sambært íslendskari lóggávu. Seinnapartin sama dag vóru boðini frá Jacob Vestergaard, at hann hevði biðið samstarvsfelagan í Íslandi um í stundini, at taka málið upp til nýggja viðgerð, tí hendingin var brot á Hoyvíkssáttmálan.
Ongin fekk at vita frá KvF, hvør tað var, sum gav fyrru boðini, ella hvat vendi upp og hvat vendi niður í hesum málinum, tí KvF hevur gruggað málið so illa, at nú er komin ein herviligur “Jørgen” burturúr.
Grindin bleiv bara meira og meira ómøgulig, og kavaði so, og kom ongantíð uppaftur, upplýsti løgreglan sambært Einglapressuni. Fleiri høvdu kensluna av, at hetta er ikki var annað enn “grindapell”, sum skal ganga upp við tey bæði mótmælisfólkini, sum vórðu handtikin og skuldsett fyrr í summar. Hví vóru t.d. ongar myndir at síggja frá hesum rakstrinum? Kann orsøkin vera, at ongin slíkur rakstur er farin fram?!
Hetta var so eitt sindur av hvørjum.
Hesa vikuna var ikki pláss fyri viðgerðini av Eik-grunninum. Tað kemur næstu ferð...