Oddagrein: Eitt sindur av hvørjum
Í kjalavørrinum av fleir milliarda cip-prosjektinum, sum skuldu geva føroyingum ein tunnil inn á Skálafjørðin, føldi løgmaður, at hann mátti skifta fokus fyri at fáa fólk at hugsa um okkurt annað.
Mentað var ikki eiti á, sum fólk fingu loyvi at hugsa stórt. Nú skuldi løgmaður og landsstýrisfólk hava meira í løn.
Ikki eiti á lønarhækkan hjá løgmanni uppá út í móti hálva millión, so nú smekkar løgmaður næstan høvdið uppundir milliónina í løn árliga, og landsstýrisfólkini, sum fáa er eitt sindur minni, samstundis, sum tey gomlu mugu liggja uttan at verða skift, og skulu liggja sum longst í songini fyri at spara.
Hvat sigur sosiali profilurin í samgonguni nú, samfelagið hevur fulla ferð út av eggjuni?
Og so nakað um útvarpið:
Har søgdu tey í vikuni, at enska løgreglan hevur fingið “spor at ganga á” í samband við Madeleine McCanns. “Spor at ganga eftir”, ella “slóð at elta” plagar at verða brúkt. Men her kom so nakað annað: “Spor at ganga á”...
Og tann nú so víðagitna danska kvinnan, Lisbeth Zornig Andersen, sum hevur verið so kend fyri at seta fokus á misbrúk av børnum, hevur verið í DR1 sending um sína egnu slekt.
Og var ill og kedd um, at abbi hennara á móðursíðuni í langum tíðarbilum undir krígnum, arbeiddi í Týsklandi.
Hetta gjørdi hann fyri at forsyrgja familjuni, tí onki arbeiði var at fáa í Danmark.
Men Lisbeth Zornig Andersen, ger tann klassiska feilin, sum nógvir danir gera, teir gloyma, ella vita ikki, at danska stjórnin eggjaði dønum tikl at fara til týsklands at arbeiða.
Tað var so mikið tætt samband við donsku stjórnina, og týska hersetingarvaldið, at danska stjórnin eisini eggjaði dønum til at fara upp í týska herin.
Vit skulu ikki pína danir, men sannleikin er tann, at danir sum høvdu verið í týskari tænastu, blivu dømdir og tiknir av døgum.
Vit halda, at Lisbeth Zornig Andersen, hóast alt átti at verið fegin um, at abbin heldur vildi hava arbeiði enn fara í kríggj. Hon hevur sagt, at abbin svíkti eisini í aðrar mátar, sum kom fram í sendingini...
----------
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...