Oddagrein: Eitt kramarhús av undran
Alt Danmark er á roki um, at Waterfront hjálpir DSB, at sleppa av við kritiskan journalist. Hevði journalisturin búð í Føroyum, so vildi hann bara fingið ein villan túr frá einum dómara gjøgnum rættarskipanina við mannarættindabrotum av øllum handa slagi, og øll høvdu hildið kjaft.
Tað, sum er mest pínligt er, at aðrir journalistar í Føroyum góðtaka forfylgingina, og hvørki tora ella vilja seta seg inn í samanhangin.
Síðani hevur verið tosað nógv um fólkafráflytingina úr Føroyum. Kringvarpið gjørdi nógv burturúr í gjárkvøldið, men sendingin var ikki áhugaverd, ella spennandi, og fangaði ikki fólk, uttan kanska bara ta løtuna, spurt var eftir deyvatulkinum.
Vit hava víst á tað fyrr, og kunnu gera tað aftur:
Í Føroyum er tað innavl í størv á hægri støði. Sonurin ella dótturin fáa størvini hjá pápanum ella kenninginum, ella klan-liminum. Tí er ikki brúk fyri útbúnum føroyingum, at koma heimaftur. Hartil kemur, at Føroyar eru ikki eitt fólkaræði, har lógin er galdandi líka fyri øll. Politiskt og umsitingarliga verða øll stýrd úr Føroyum, og gongdin hevur verið greið leingi.
Og so fekk Danmark dóm í ES - dómstólinum, og skal betala 200 milliónir. Har er onki broytt í danska politikkinum um mannarættindini: Går den så går den... Hesaferð gekk tað so ikki.
Norska journalistfelagið, skrivaði:
Journalistförbundet har ungefär 14 000 medlemmar som jobbar som journalister, borträknat studenter och pensionärer. Uppgifterna om hur många som arbetar med kommunikation och PR är osäkra, men troligtvis rör det sig om 20 000
Hví verða vit ikki skelkaði av hesum tølunum?
Lutfalsliga eru tað líka nógvir føroyskir pamparar, sum vilja tryggja sær, at føroyskir eingla-journalistar skilja boðskapin, at bera víðari. Halt-kjaft bommuni eru hulens dýr.
Føroyingar mugu venda hesi skaðiligu mentanini baki, ella ber ikki bøtur.
Í dag hava vit fleiri greinar, sum vísa, at samfelagið er sjúkt inn á bein. Revsimál um morð verða handfarin, sum Harra gud veit. Løgreglusegl verður brotið við góðkenning frá politinum, sjálvt um talan er um eitt morð. Og almennu myndugleikar góðtaka falskar frágreiðingar fyri at ómyndugera persónar.
So sanniliga upp í eitt kramarhús av undran.....
----
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------