Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Einglar og jólakúlur

Hetta er so seinasta blaðið í hesum árinum, men skulu vit lýsa árið, ið fór, mugu vit siga, at fleiri áhugaverd, men eisini prinsipiel viðurskiftir hava verið frammi á breddanum.

Men er tað nakað, sum ikki broytist, so er tað tann gjøgnumsúrgaða korruptiónin, hetta samfelag er so merkt av.

Men so leingi, sum vit hava eina almenna pressu, sum ikki røkir sína uppgávu, so ber ikki bøtur, støðan stendur tí bara við, og versnar.

Herfyri skrivaðu vit um gøluna í Fuglafjarðar skúla, har sokallaða einglapressan valdi at lata eyguni aftur fyri, at tað kostaði einum skúlastjóra, starvið at seta eina kanning í verk av tveimum lærarum, men tað kostaði eisini landskassanum 3,5 milliónir krónur, at sekkja hendan tænastumann, fyri at sleppa undan kanningini.

Tað bar til at lata landskassan gjalda, tí javnaðarflokkurin átti táverandi landsstýrismann í Mentamálum, og annar lærarin var nevndarlimur í Javnaðarflokkinum.

Ongin undraðist yvir, at rættarskipanin noktaði fyri, at førd vóru vitnir, og at hesin parturin av sakini bleiv skjalprógvaður, og tí stóð sakin bara á einum stívum beini.

Einglapressan helt tað vera í lagi, at landskassin betalti prísin fyri at sekkja ein skúlastjóra, bara fyri at steðga einari kanning, men tað var støðan, tó at landskassin bløddi.

Hetta og fleiri onnur dømir kunnu nevnast, og lýsir eisini hvussu illa tað í veruleikanum er statt hjá sokallaða fjórða statsvaldinum.

Í longri tíð hava vit eisini gjørt kanningar av einum starvsfólkamálið í Kringvarpinum, sum skríggjar til himmals, tí stovnurin bara hongur saman av ræðslu. 

Tað er heilt tíðuligt, at starvsfólk á stovninum, ikki tora at siga sína hugsan, og journalistar uttanfyri, sum kenna viðurskiftini, og eisini eiga klagur, sum hava verið viðgjørdar á stovninum, heldur ikki tora at lýsa støðuna, av ótta fyri, at stovnurin so kvettur alt samband við tey.

Tað er ivasamt um nakar bati hendur, tí Mentamálaráðið verður mett at vera tann stovnurin, sum er ringast fyri, men vit fara framhaldandi at royna, og her fara vit so í øllum føri, at ynskja øllum gleðilig jól, og eitt gott komandi ár, eisini til einglarnar og jólakúlurnar... 

Síggjast aftur í 2015.