Oddagrein: Ein Winthers´táta, og alment innlit
Ein samfelagskjakari, sum vanliga er at síggja og hoyra í almenna kassanum, er farin í klørnar á Kára P. Højgaard á Facebook, sum var offur fyri at Kringvarpið kundi fáa sína Winthers-heiðursløn í samband við tunnilsmáli.
Vit kunnu taka eina av grundgevingunum hjá hesum samfelagskjakara, og dómara til Winthers-lønina:
Málið snýr seg um so nógv annað enn Kára P. Højgaard og heimild hansara frá Løgtinginum. Tað snýr seg fyrst og fremst um vanvittiga eigara- og fíggingarleistin av tunlinum, ið hevði tryggjað donskum spekulantíleggjarum milliardir í avlopi, sum sjálvandi eru betri brúktar herheima. Tá hetta umsíðir gekk upp fyri almenninginum, fingu vit mótmælisgongur, sum saman við fjølmiðlaumrøðuni steðgaði ørskapinum. Fyri hesa avdúking - saman við avdúkingini av ógegniga kanningarstjórarnum - fekk KVF Winther-heiðursløna, og hon er í allar mátar uppiborin. Punktum!!
Um nakar skuldi verið í iva, so er fíggingarleistin av tunnlinum eisini góðkendur av løgtinginum. Løgtingið hevur góðkent leistin, og at hann skuldi vera loyniligur. Mótmælisgongur og miðlaviðgerð, svaraði bara til, at halda fyri reyvina, tá prumpurin var farin í løgtinginum, og so rættvísgera okkurt aftaná, sum onki høpi er í, og fáa Winthers heiðurslønina fyri at vísa á hvat landsstýrismaðurin gjørdi, uttan at vísa áhuga fyri heimildunum, hann arbeiddi eftir.
Einum nýtist heldur ikki at vera kanningarstjóri fyri at vita hvat løgtingið hevur heimilað landsstýrismanninum í tunnilsmálinum. Kringvarpið hevur bara alla tíðina gingið uttanum hendan veruleika, sum um hann ikki var til.
At Kári P. Højgaard, ger seg til talsmann fyri, at gera tað verri hjá fjølmiðlum, og øðrum at fáa alment innlit, klæðir honum als ikki. Tað er heldur ikki í familju við mannarættindaprinsippir, ið eru galdandi í okkara parti av heiminum, skulu vit gera okkum vónir um at fáa eitt rættiligt fólkastýri at virka. Tingmaðurin roynir at verja myrkaspæl, og slíkt eigur ongin at taka undir við.
Men tað er ikki bara Kári P. Højgaard, ið rør uppundir, at verri skal vera at fáa alment innlit. Sama boðskapin hevur landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Johan Dahl.
Tað var eisini hansara Ráð, sum fekk ábreiðslu frá løgtingsins umboðsmanni fyri ikki at halda notatskylduna, ella at hava skjøl til taks, í samband við Vinnuframagrunnin. Hví vóru eingi skjøl?
----
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...