Oddagrein: Ein stóran hotdog
Hattin av fyri Framsókn.Løgtingsfólk skulu ikki viðgera seg sjálvi annarleiðis, enn tey krevja av øllum øðrum. Løgtingsfólk eiga sjálvi at gjalda til sína eftirløn.
Tað er ikki so lítil frekleiki, at løgtingsformaðurin heldur fast um støðuna, og ikki vil geva rúm fyri, at broyta hesa skipan til at galda tað sama fyri løgtingið, sum fyri øll onnur í samfelagnum.
Uppaftur frekari er Bárður Nielsen, tá hann sigur, at tað ikki hjálpir nakað, at krevja løgtingsmenn at gjalda til sína egnu pensjón, tí tað endar bara við, at tingfólk bara geva sær sjálvum somu upphædd uppá lønina.
Og vit koyra aftur tummilin niður fyri uppskotinum hjá sossunum (Javnaðarflokkinum), sum mælir til, at rík skulu hava barnakekk, og at kvotur skulu kunna keypast uppá krit.
Frí okkum fyri sjúkligum áttatiára retorikki, sum fekk landið lúkst á heysin.
Og vit hava ikki so sjáldan sagt, at Kringvarpið livir ikki upp til grundleggjandi treytir. Seinastu tíðina hava tó undantøk verið við sendingunum hjá Jón Brian Hvidtfeldt, sum ikki undan einari sending, hevur gjørt sær eina niðurstøðu.
Men Kringvarp Føroyar ríkar okkum tó við undirhaldi, so sum tá ið hetta hoyrdist:
Vit gleða okkum í hvussu so er til at fara í luftina?!
Terroristar í Kringvarpinum!?
Bara stigtakararnir til fátækraátakið, fáa nokk til at drekka sínar egnu útreiðslur, og til privatu veitsluna aftaná. Vingludropar kosta, og sossa-undirhald kann vera eitt dýrt fornoyilsi!
Men frí okkum fyri býttum tosi í almenna kassanum. Tað gav ein hvøkk, tá Barbara Holm í morgunsensingini hjá Kringvarpinum, fleiri ferðir segði: Tey, sum eru allar illast fyri??!!!
Tað er ótrúligt, at slíkt orðalag kann koma fyri. Kringvarpið er einasti stovnurin sum er undir eftirliti av mál-politistinum, Sonna Smith.
Frí okkum fyri slíkum skelkum.
Feilurin við øllum hasum fátækratosinum er, at tey tey ríku siga seg eisini hava eitt fátækramark. Tey vilja ikki sleppa leiguni uppá 20 túsund og leiga nakað, sum minnir um 5 túsund um mánaðin. Tey krevja fátækrastuðul...
Stóri hotdoggurin hesa vikuna...