Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Dømd og fordømd

Jørgen Niclasen fær tríggjar dagar at reinsa seg. 

Hetta var yvirskriftin á portalinum hjá Sosialinum, sum greitt vísir, at tey onki hava skilt av nøkrum, ella ikki vilja skilja, ella bara royna at koma samstarvsfeløgunum í til hjálpar.

Hetta gav okkum orsøk at koma við viðmerkingum á Facebook:

Hesi hava misskilt okkurt grundleggjandi. Tað áleggur Einglajournalistunum at leggja prógv á borðið um, at Jørgen Niclasen, hevur snýtt í tolli.

Tað áleggur honum/henni, ið kemur fram við einari skuldseting, at prógva pástandin. Hetta mál gevur ikki rætt til øvugta prógvføring.

Prógvini um tollsvik eru ongantíð løgd fram, men eingin ivi um hvør rennur ørindir fyri hvønn. Hesin “eingilin” omanfyri, heldur seg vera smartan at framleiða yvirskiftir, sum ikki lýsa faktuellu støðuna.

Og sjálvandi var viðmerkjari, sum onki heldur hevði skilt, eisini eftir blaðstjóranum:

Dan, hví forsvarar tú ein svindlara!? - Hvør keypti teg? - Alt er fyrigivið og gloymt. Lat teir svindla, fyri meg kann tad gera tad sama! - Gongur Jørgin og hansara líkar fríir út úr rættinum (nakað, sum eg veit, at tey gera), So er korruptiónin nádd til himmals! - Vid Kristusar vælsignilsi! - Blóð Ábels rópar til himmals! - Onkursvegna, gekk teldan hjá tær fyri á journalistiska vegnum! 

Og so var neyðugt at koma við hesari viðmerkingini: - Eg havi sagt tað fyrr, og kann saktans siga tað aftur, at tað kundi ikki fallið mær inn at valt Jørgen ella Fólkaflokkin, men at skuldseta mannin fyri svik, uttan at hetta kann prógvast, gangi eg ikki við til. Eg eri sjávur dømdur á sama grundarlagi, og tað ynski eg ongum øðrum at fara í gjøgnum. Heldur ikki Símun.

Tað minsta ein kann krevja av fjølmiðlunum er, at teir leggja prógv á borðið fyri skuldsetingunum; tað kundu teir ikki tá sakin varð viðgjørd. Somu miðlar hildu eisini at tað var í lagi, at undirritaði fekk fleiri dómar fyri nakað, onnur navngivin fólk høvdu sagt, og tá hava vit eina pressu, sum ikki virkar. 

Tað er hetta, eg vil hava fram!

Soleiðis verða fólk dømd og fordømd í Føroyum...

-------------

Skrivað til oyggjat@olivant.fo, og tekna hald.