Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Budingurin á vegginum

Við onkrum undantaki, man fáur løgmaður hava verið fyri so stórum ágangi, sum Kaj Leo Holm Johannesen, ið heldur ikki altíð hevur verið so snøggur í politiska handverkinum, og so hevur hann ikki tey stóru retorisku evnini, men klárar seg best tá hann tigur og smílist.

Fittur sum fáur, men vit siga, sum rokskiparin, tá hesin fekk tilboð um ein avbera fittan fiskimann. Tá svaraði skiparin, at hann hevði ikki brúk fyri fittum fólki, men røskum fólki.

Hvussu raskur løgmaður er, skulu vit lata liggja, men politiska handverki sýnist heldur ikki av nøkrum serligum, men hetta verður so heldur ikki sagt, tí at Kaj Leo er so nógv verri enn onnur, men tað krevst tó eitt sindur meira av einum løgmanni.

Men vit meta tað problematiskt, bara at tosa um rót og heimildarloysi í landsstýrinum í samband við Eysturoyartunnilin, tá løgtingið so at siga einmælt hevur fylgt hasum málinum til hurðina við grøna kortinum, til løgmaður fann útav, at lata løgtinginum málið aftur, sum so fall burtur.

Hvør hevur brotið stýrisskipanarlógina, og hvørjar vóru umstøðurnar? Vit vita bara, at ein meiriluti í løgtinginum einaferð hevur góðkent tunnilsprosjektið. Skal sama løgting seta kanningarstjóra, og hvør verður so arbeiðssetningurin hesin skal arbeiða eftir?

Í hesari støðuni hava vit eitt paradoks. Løgmaður er bæði skurkurin og hetjan. Hann setti so propp í samtyktina, sum løgtingið longu hevði givið til CIP-prosjektið.

Í viðmerking tók Tórbjørn Jacobsen samanum og segði, at sjálvt um tað byrjaði væl hjá andstøðuni, og at løgmaður var illa trevsaður frammanundan mánaðardrúgva bombardementinum úr øllum sjónarhornum var farið illa við honum, tí kann tað vera, at onkur tevjaði blóð, men andstøðan lá afturá, sum slátraðir hvalir, meðan onkur svam eftir í egnum blóði.

Tað, sum sýnist undrunarvert er, at serliga Kringvarp Føroya, er kavað niður í málingablikki hjá andstøðuni fyri at mála Fanan á veggin. Men í hesum førinum er tað sum at smíða budingin fastan til veggjaprýði. Hann verður ikki hangandi.

----------

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...