Oddagrein: Bitar úr leypinum
Í blaðnum í dag hava vit valt at viðgera tollmálið hjá Jørgen, men vit hava valt at seta fokus á journalistin, Svein Tróndarson, sum viðgongur seg sekan í at hava brotið tagnarskylduna, og at hann onga verju hevur fyri hesum.
Í øðrum lagi hava vit sett fokus á, at trúnaðarskjøl eru likin ella stolin úr Tinganesi, men vit mugu staðfesta, at løgmaður hvørki ætlar sær at gera nakað við hetta tagnarbrot, og heldur ikki taka stig til at melda fyri skjalastuldur.
Tað er tó undrunarvert, at ráðgevin hjá løgmanni er av teirri fatan, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, skal sjálvur taka avgerð um skjølini, sum eru likin, og sum heilt víst eru til fyrimun fyri Jørgen Niclasen, sjálvan.
So hetta við habiliteti, er ikki bara ein sjúka hjá Annfinni Vitalis Hansen, advokati.
Og nú vit eru við hesum manninum, sum varð sekkjaður, tí hann varð mettur inhabilur, hevur andstøðan dragsað málið í løgtingið.
Tað er so tað tað er, men løgtingsskrivstovan hevur ikki heimild at betala nakrar pengar til advokatin. Tað hevur stjórin á løgtingsskrivstovuni longu givið til kennar, tá Súsanna Danielsen, ikki hevði peikað á Anfinn V. Hansen, sum evni til kanningarleiðara, um hon sat inni við neyðugu vitanini.
Tað stríður í móti advokatorisku reglunum, at betala einum inhabilum advokati. Vit síggja eisini, at starvsfelagar bakka og tora ikki at hava eina meining av ræðslu fyri kolegialu-bindingunum. Nú er eisini sett hol á Eik-gøluna í rættinum, og Finansiel Stabilitet, vísir á, at tey fyrst fara eftir teimum, sum mest sanlíkt er at fáa dømdar.
Tað koyrir ein sak millum Tryggingina og ein av ákærdu, tí tryggingin vil ikki gjalda fyri verjuna. Í hesum málinum stendur tryggingin veik, og hon hevur partsáhuga í málinum.
Vit vita annars, at ein av teimum ákærdu í Danmark, hevur fingið fría rættargongd, so tað kundi bent á, at allir sleppa at verja seg.
Í málinum um víðkaða vápnalóg, er nógv áhugavert komið fram - t.d. at tað skal vera neyðugt, og øll skulu hava álit á, at løgreglan virðir mørkini.
Men í samband við Kroatan, sum var dømdur 14 ára fongsul, avgjørdi Dátueftirlitið, at hesin skuldi hava innlit í mastrarupplýsingum um sína egnu telefon. Korta nei, søgdu telefeløgini við teirri grundgeving, at loyvi mátti fáast frá løgregluni.
Vit vita, at løgreglan noktar innlit í mál, sum ikki eru liðug, men reglan er eisini, at øll eiga innlit í eitthvørt mál, tey sjálvi eru partur av, tá dómur er feldur. Her verður Dátueftirlitið yvirrulað.** Kroatin skal í hesum málinum ikki hava hetta innlit, tí myndugleikarnir her tíðuliga royna at forða honum, at fáa málið at ganga umaftur, tá øll vita, at Pidda-gølan hongur í leysum lofti.
Hetta vóru so nakrir bitar úr leypinum.
----
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi.
Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...