Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Bara í ostaklokkuni

Tað er ófatiligt, sum einglarnir fáa burturúr ongum, tá teir viðgera sínar egnu leiklutir í samfelagnum, og halda, at teir eru tey einastu, sum liva á hesum klettum.

Hette minnir ikki sørt um satirisku søguna um brøðurnar í Himmuríki.

Ta ferðina kom ein upp til Sankta Pætur. Hesin spurdi hvat tað var fyri larmur, sum var at hoyra úr kjallaranum, men hann var biðin um at tiga, og ikki tosa so hart, tí í kjallarnum helt brøðrasamkoman til, og tey hildu, at ongin annar var í himmiríki enn bara tey.

Soleiðis er við Pressu-Einglunum í Føroyum.

Inni í blaðnum viðgera vit eisini sokallaða pressutáttin, har bara Einglar, sleppa at luttaka, og helst bara teir, sum hava nakað at verja. Hini sleppa ikki inn at spyrja ella gera sínar viðmerkingar.

Vit kunnu siga nógv um hetta samfelag, men tað svitast ikki, at hendan sokallaða Einglapressa, hevur alla ábyrgdina fyri, at tað gongur so út av lagið við samfelagnum.

Orsøkin er, at tey duga ikki sítt einfalda handverk, at vera kritisk uttan at taka hædd fyri, hvønn tey kenna, hvønn tey hata, og hvønn tey ikki vilja vita av.

Einglaðressan elskar at vassa í sínum egna skarni, soleiðis gjørdu tey eisini, tá tey umrøddu sokallaða terrorpakkan.

Sokallaður, serfrøðingur var innkallaður, bæði í løgtingið og í Presutáttin. Tað var sjálvandi hildið stórt, at hesin var advokatur, men tað var samstundis gloymt, at hann var ein av teimum skuldsettu í áttati- og nítiárunum fyri at hava villleitt landskassan - fíggjarsvik.

Hann slapp av húkinum, saman við fleiri øðrum, men hvat sigur tað okkum, tá sami persónur sigur, at í Føroyum eru næstan ongi mál um fíggjarligtan kriminalitet? Hvar hevur hann tað frá, tá hann sjálvur var ein av teimum, sum slapp av húkinum. Grundgevingin fyri hesum var okkum vitandi ikki, at hesin og hinir, vóru reinsaði fyri at hava framt tað, tey vóru skuldsett fyri.

Men soleiðis skræða Einglarnir skottini niður í samfelagnum, bara fyri at tilpassa seg og síni til ein veruleika, sum als ikki er til aðrastaðir enn bara í ostaklokkuni.

----

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...