Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Almenna korruptiónin og blindi vinkulin

Tað man vera fyrstu ferð, at ein alment settur nevndarlimur hevur greitt frá viðurskiftum, hann kallar almenna korruptión.

Teir sokallaðu almennu miðlarnir hava válkað sær í politiskum retorikki, har tey hava fingið andstøðupolitikarar at brúka orð, sum politiska korruptión, ið ikki man vera annað enn retorisk búkfylla uttan innihald, tí onki prógv ella vitni er t.d. fyri, at Jacob Vestergaard, hevur gjørt nakað lógarbrot.

Men fá mál hava fingið so nógva rúmd í almennu Einglamiðlunum, enn júst kvotabýti, tó at fingurin ikki kann setast á annað enn sjálva mannagongdina, sum tó ikki er nakað lógarbrot.

Sjálvandi fekk hetta innantóma orðaskifti pissið í kók hjá Suna á Dalbø, sum ikki duldi hvat hann helt um hetta tvætlikór hjá sokallaðum professionellum journalistum:

Tá ið slatur um korruptión skal berast fram er einki óført hjá føroyskum fjølmiðlum. Hinvegin, tá ið talan veruliga er um korruptión – ja, tá er tøgn.

Soleiðis greiðir Suni á Dalbø frá í einum stuttorðaðum skrivi:

Sum stýrislimur í VFG var eg eygnavitni til almenna korruptión á heysti 2009 – sjálvandi varð gjørt vart við hetta álvarsmál. Endin var, at almennu fjølmiðlarnir vóru kvirrir, og Jóhan Dahl (VMR) segði, at talan var um eitt personalemál, skrivaði hesin fyrrverandi stýrislimurin.

Hetta fekk okkum at spyrja:

Hvar eru journalistarnir, sum siga seg seta eina æru í avdúkingum: Árni Gregersen, Brynhild Thomsen, Ingolf Olsen, Liljan Weihe, Øssur Winthereig, og hvat tit øll eita. Hví renna tit heldur eftir slatri, tá tit við Suna á Dalbø, hava persón, sum var eygnavitni til almenna korruptión. Hvønn ræðast tit? Ella, hvør stýrir tykkum. Hví velja tit at tiga hendan mannin niður? Er tað ikki fyri at verja almenna korruptión í Føroyum?

Suni á Dalbø: Einki yvirhøvur tryggjaði einum uppfinnara eina ordiliga tænastu, um hesin vendi sær til VFG. Tað var 100% upp til stjóran, og hansara vinir og skyldmenn í Bitland, at avgera, um krónur skattgjaldarans skuldu latast til ein tilvildarligan bygdamann ella um hesar krónur vóru ”betur farnar” til skyldmenninar í Handilskjarnanum í Havn.

Men í dag hava hesi fólkini onga umbering fyri ikki at fara eftir almennu korruptiónini, sum Suni á Dalbø, avdúkar her í blaðnum. Nú er eingin umbering. Vit hava funnið korruptiónina og blinda vinkulin.

----

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

 ------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo  og tú ert við...

---------------