![](/myndir/myndin-15519_r_705_0.jpg)
Óðamannaverk við kollveltandi broytingum í fiskivinnuni
Tað er óðamannaverk at kollvelta okkara fiskivinnu 1. januar 2018, t.v.s. nú bara heilt fáir dagar eru eftir av árinum - og gera hetta uttan breiða politiska undirtøku og uttan eina neyva skiftisskipan. Og hví lurtar samgongan ikki eftir góðum ráðum?
Fyriliggjandi lógaruppskot frá samgonguni um eina fiskivinnunýskipan er vorðin ein stór fløkja av politiskum neyðsemjum, sum eru arbeiddar inn í uppskotið, her er lítið og einki eftir av upprunaligu ætlanini hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Hetta hevur við sær, at lógaruppskotið ikki hongur saman sum ein heild.
Fiskiveiðieftirlitið hevur t.d. ávarað staðiliga um, at neyðugt verður at seta av stórar játtanarupphæddir til eftirlit við kvotum.
Havstovan ávarar eisini staðiliga um ikki at hava tvær ymiskar veiðiskipanir, t.v.s. bæði fiskidagar og kvotur.
Fíggjarmálaráðið, Búskaparráðið og Kappingareftirlitið ávara staðiliga fult út at nokta øllum útlendskum kapitali at gera íløgur í fiskivinnu á sjónum. Hetta vil m.a. gera okkum serliga sárbar, tá tíðirnar gerast verri.
Øll hoyringarskriv, sum eru send Løtingsins Vinnunevnd ávara staðiliga ímóti at seta hesa skipan í verk.
Kann tað vera, at onkur av hesum hevur rætt ella hevur okkara stjórn bara latið eygu og oyru aftur fyri góðum ráðum.
Kaj Leo Holm Johannesen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin