Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýtt videoinnslag: ráðstevna á Christiansborg um fólkafráflyting úr Føroyum

SAMBANDSFLOKKURIN Á CHRISTIANSBORG: Ríkisfelagsskapurin er partur av loysnini, ið skal venda fólkafráflyting úr Føroyum til fólkavøkstur. Her er videoinnslag frá ráðstevnu, sum Føroyanevndin skipaði fyri um evnið. Við í innslagnum eru: Edmund Joensen, Høgni Reistrup, Heri á Rógvi, Pia Heike Johansen, Anni Matthiesen, Søren Espersen, Sjúrður Skaale og Flemming Damgaard Larsen.

 - Fólkafráflytingin er størsta vandamál í nýggjari tíð í Føroyum og má takast í ramasta álvara.

Hetta sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður, í sambandi við, at Sambandsflokkurin á Christiansborg nú almannakunnger eitt video-innslag frá ráðstevnu um fólkafráflytingina úr Føroyum.

Ráðstevnan var fyrr í mánaðinum, og tað var Føroyanevndin, ið skipaði fyri.

Niðurstøðurnar frá ráðstevnuni eru m.a.:

1. Samstarvið millum FØ og DK á útbúgvingarøkinum má styrkjast

2. Forðingar fyri, at føroyingar kunnu flyta aftur til Føroya, mugu burtur

- Endamálið við ráðstevnuni var at kunna fólkatingslimir, pressuna og almenningin um evnið, og tað hepnaðist til fulnar, sigur fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum.

Áhugin fyri evnium er stórur, og fjølmiðlar uttanlands gjørdu sera nógv burtur úr ráðstevnuni og sjálvum problematikkinum.

Við í nýggja videoinnslagnum eru:

Edmund Joensen

Høgni Reistrup

Heri á Rógvi

Pia Heike Johansen

Anni Matthiesen

Søren Espersen

Sjúrður Skaale

Flemming Damgaard Larsen.

Les eisini:

Áheitan á stjórnina: Nýútbúgvin mugu hava rætt til at leita arbeiði í Føroyum uttan at missa dagpengarnar: http://edmundjoensen.fo/Default.aspx?ID=5&M=News&PID=10&NewsID=320

Stór myndarøð frá temafundi: Christiansborg viðgerð fólkafráflytingina:

http://edmundjoensen.fo/Default.aspx?ID=5&M=News&PID=11&NewsID=319

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=wNKuSkEOnHE&feature=share&list=PL8DB340B7D4890672]