Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýtt um borgaraløn: Tað er ikki bert í Føroyum, at talan er um fátækraváða!

Men summa staðni verður nakað gjørt við málið. 

Í Sveis verður fólkaatkvøða næsta ár um borgaraløn. Talan er um eitt “Volksinitiativ”, eitt uppskot frá einum tvørpolitiskum bólki, sum hevur fingið nóg nógvar borgarar at skriva undir uppá, at uppskotið skal fara til fólkaatkvøðu. Verða fleiri atkvøður fyri enn ímóti, er uppskotið samtykt og verður sett í verk. So fer hvør borgari í Sveis at fáa 3.000 sveisarafrankar ella umleið 15.000 krónur um mánan.

Nú hevur stjórnin kannað uppskotið, og hon ræður veljarunum frá at taka undir við tí. Serliga verður víst á tær fíggjarligu avleiðingarnar. Vanliga fylgja veljararnir teimum ráðum, stjórnin gevur. Tí er væntandi, at uppskotið fellur. Heilt vist er hetta tó ikki. Vit hava dømi um stór og týdningarmikil mál, har veljararnir hava atkvøtt øðrvísi enn stjórnin ráddi til. Eitt nú fell uppskotið um ein samstarvsáttmála við ES herfyri, hóast stjórnin av øllum alvi virkaði fyri at fáa hann samtyktan. Meirilutin ímóti var pinkulítil, men hann var har, og stjórnin noyddist at virka fyri tí, sum fólkið hevði samtykt.

Hvussu leikur fer í Sveis næsta ár er tí óvist, men henda komandi fólkaatkvøða hevur fingið spurningin um borgaraløn á dagsskrá víða hvar.

Men at málið skuldi koma upp í einum av Norðurlondunum er tó undrunarvert. Og at tað av øllum londum skuldi vera Finnland, sum gekk á odda, er enn løgnari. Tað sum har er hent, er at á síðsta vali gjørdist Miðflokkurin størstur, og eitt av tl, hann fór til val uppá, var borgararløn. Nú er sjálvandi ikki vist, at tað eydnast flokkinum at seta hetta í verk, tí nógvir aðrir flokkar eru lítið fyri hesum uppskoti. Tað er tó vert at hava í huga, at meiningarkanningar vísa, at 79% av finnum halda, at hetta er eitt gott uppskot.

At hetta yvirhøvur ber til at seta í verk, kundi tann veruleiki bent á, at níggju av heimsins fremstu nationaløkonomum taka undir við hesum. Serliga vigar tað tungt, at tann konservativi nationaløkonomurin Milton Friedman hevur sagt, at snøggasta loysnin er at útgjalda borgaraløn gjøgnum skattaskipanina.

Ongastaðni í heiminum hava vit eina so væl virkandi skattaskipan sum í Føroyum. Reint tekniskt hevði tað tí ongastaðni ligið so væl fyri at sett borgaraløn í verk sum hjá okkum. Skipanin fær tá boð um at útgjalda til hvønn borgara ta upphædd, sum neyðug er at hava fyri at liva við sparsemi. Hvørt hetta verður gjørt, er ein spurningur um raðfestingar og politiskan vilja. Er viljin nóg sterkur, so kann uppskotið sambært Friedman og øðrum góðum monnum setast í verk.

Zakarias Wang