Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýtt tilboð - Rørslutiltak í Vágum

Nú verður farið undir nýtt rørslutilboð í Vágum, fyri fólk við krabbameini. Tað er Krabbameinsfelagið, ið skipar fyri tilboðnum, við stuðli frá kommununum í Vágum. Vit byrja mánakvøldið 18. januar kl. 19.00 – 20.00 í venjingarmiðstøðini Ven, Inni á Støð 2, í Miðvági.

Nú verður farið undir nýtt rørslutilboð í Vágum, fyri fólk við krabbameini. Tað er Krabbameinsfelagið, ið skipar fyri tilboðnum, við stuðli frá kommununum í Vágum.

Vit byrja mánakvøldið 18. januar kl. 19.00 – 20.00 í venjingarmiðstøðini Ven, Inni á Støð 2, í Miðvági.

Rørslutiltakið er fyri øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi. Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión.

Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men alla familjuna. Tí er tilboðið skipa soleiðis, at  familjan hevur møguleika at vera við og har tey kunnu vera saman um at venja. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.

Tað er ókeypis at luttaka!

Røsla og styrkivenjing hevur stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at gerast frísk/ur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.

Venjarar eru er Jana Egholm og Maria Samson, ið hava drúgvar royndir innan rørslu og venjingar.

Tilmelding á telefon 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo

Umframt tilboðið í Vágum hevur Krabbameinsfelagið eisini rørslutilboð í Havn og í Klaksvík.

Um tú vilt hoyra nærri um rørslutilboðið ella hevur tú spurningar til onnur tilboð hjá Krabbameinsfelagnum, kanst tú eisini seta teg í samband við okkum við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo.