Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýtt Skúvoyarskip, er um at gleppa okkum av hondum

Munnligur fyrispurningur til Jóhan Dahl viðvíkjandi nýggjari Skúvoyarferju

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at fyrireika útvegan av nýggjari/aðrari Skúvoyarferju fyri Sildberan. Samgongan gjørdi fyri Skúvoyingar óhepna valið, at vraka ætlanina um at byggja nýtt skip til Skúvoyarsiglingina. Tó skal Jóhan Dahl, eiga rós fyri ikki heilt at sleppa ætlanini um avloysara fyri afturútsiglda Sildberan.

Nú er nakað síðani eitt boð uppá nýggja Skúvoyarferju kom í ljósmála, men enn frættist einki um nakra avgerð. Sjálvsagt byrja Skúvoyingar nú at ótolnast, tí væl er longu fráliðið, síðani tey søgdu seg kunna taka undir við ”nýggju” ferjuni.

Orsaka av vantandi støðutakan hjá samgonguni til málið, skilst at hesin møguleikin at útvega nýtt Skúvoyarskip, er um at gleppa okkum av hondum. Nú Skúvoyingar hava góðtikið loysnina, vildi tað verið meir enn harmiligt, um loysnin ikki vinnur frama og nýggjur Sildberi keyptur.

Landsstýrimaðurin verður tí biðin at svara hesum spurningum.

1. Er keypssáttmálin viðvíkjandi nýggjari Skúvoyarferju undirskrivaður?

2. Nær kann roknast við at avloysarin fyri Sildberan byrjar at sigla rutusigling til Skúvoyar?

3. Eru politisk viðurskifti sum ikki enn eru avgreidd viðvíkjandi keypi av nýggjari Skúvoyarferju, og hvørji í so fall?

4. Hvør kemur samlaði kostnaðurin at vera fyri alternativu loysnina, samanborið við at byggja nýtt skip til Skúvoyarsiglingina?

Virðingamest

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður