Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hevur tú áræði at kasta teg út í nakað nýtt og heldur teg kunna fáa gleði av at koma út millum onnur, sum eisini hava ella hava havt krabbamein, kanst tú róliga melda teg til.

Nýtt skeið í listterapi fyri teg, ið hevur ella hevur havt krabbamein byrjar fyrst í januar 2018

Nýtt skeið í listterapi fyri teg, ið hevur ella hevur havt krabbamein, byrjar fyrst í januar 2018
 
Orðið ''listterapi'' skapar ofta mótstøðu í fólki. Tey siga seg ikki kenna tað og halda, at “tey skulu vera 'kunstnerisk' fyri at kunna melda seg til”. Tey eru bara ikki vitandi um, at tað nettup kann vera ein fyrimunur IKKI  at vera vanur at úttrykkja seg kreativt.
 
Hevur tú áræði at kasta teg út í nakað nýtt og heldur teg kunna fáa gleði av at koma út millum onnur, sum eisini hava ella hava havt krabbamein, kanst tú róliga melda teg til. Dentur verður lagdur á, at tú skal føla teg so tryggan sum gjørligt, og at umstøðurnar eru fjálgar og hugnaligar. Á skeiðnum kanst tú í trúnaði úttrykkja teg um tína støðu - bæði við orðum, tekning, máling og skriving, og tú verður vegleidd/ur soleiðis, at tað verður so lætt sum gjørligt at koma í gongd við tann kreativa partin av innihaldinum. Eisini er eitt sindur av viðkomandi undirvísing og ymisk øvilsir.
 
Bólkurin byrjar fyrstu viku í januar og kemur saman 10 ferðir, einaferð um vikuna, einar 3 til 4 tímar hvørja ferð. Skeiðsleiðari er Fía Lamhauge, life coach og listterapeutur

Her eru partar av viðmælum frá luttakarum:  
“Tit vóru mær ókendar, tá byrjað var, men haldi eg meg nógv hava lært hetta skeið um samanhald, um sjúku, um gleði og gleim, og hvussu vit kunnu halda fram á leið.”
 
“Listterapiin hevur fingið meg til at opna upp og seta orð á sjúkuna og alt tað trupla rundanum, tá ein fær staðfest hættisliga sjúku. Havi frá byrjan av, tá eg bleiv sjúk, lagt nógva orku í at vera sterk, men havi nú lært týdningin av at heilsa øllum kenslum og hugsanum vælkomnum, og tað havi eg lært við at skriva, tekna, mála og av sjálvari undirvísingini. Tað hevur verið ein stór avbjóðing at úttrykkja meg kreativt; nakað, ið ikki er mín styrki, men eg haldi, eg eri blivin meira djørv at kasta meg út í ting, eg ikki havi roynt áður. Eg kann viðmæla øllum at fara til listterapi.”
 
“Eg meldaði meg til nakað, sum eg ikki ánaði, hvat tað gekk út uppá. Hetta hevur verið mær ein deilig og gevandi tíð. Eg føli meg sterkari enn fyrr. Takk.”
 
Um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, kanst tú seta teg í samband við Krabbameinsfelagið við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo og melda teg til tilboðið, sum felagið bjóðar tær ókeypis.