Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýtt Sjálvstýri tvífaldaði tingmanningina

Hetta verður úrslitið um eingin broyting hendir aftaná fínteljingina leygardagin, skrivaði Kári P. Højgaard, men hann viðgongur, at hann valkvøldið tók munnin ov fullan, og tað hann segði, var betri ósagt.

Hjartans tøkk til øll tykkum, ið gjørdu dreymin til veruleika. Landsnevnd, lokalnevndir, Unga Sjálvstýri, samskipari og skrivari, valevnir og einstaklingar, tøkk øll somul, vóru m.a. orðini hjá Kára P. Højgaard á Facebokk í morgun: 

Ein serstøk tøkk til veljararnar kring landið, sum góvu flokkinum tykkara atkvøðu, ið var við til at bera Jógvan og Kára P á Løgting.

Vit vilja gera okkara besta, at liva upp til tykkara álit, skrivaði nývaldi løgtingsmaðurin, undan fínteljingini.

Men vit á Oyggjatíðindum kundu ikki lata vera við at geva honum ein spurning, sum longu átti at verið komin í KvF týskvøldið, men har hava tey ikki evnini at reflektera uttan so, at tey hava ein góðkendan manual at ganga eftir:

"Haldi, at tú skildar onkrum umbering fyri at siga, at orsøkin til, at tú ikki vann upp land ta einu løtuna valkvøldið, var, at tú hevði so nógvar kappingarneytar í grannalagnum. Høvdu hesi, saman við Jokara, ikki valt at hjálpt flokkinum, so fekk Nýtt Sjálvstýri onga umboðan í løgtinginum, sum annars bara var 30 atkvøður frá at vera niðanfyri sperrimarkið, og brøkurin tryggjaði so tær sjálvum sæti í løgtinginum, og til lukku við sessinum."

- Rætt er tað Dan, hatta var betur ósagt, svarar Kári P. Højgaard, stutt.