Nýtt, nýtt, nýtt !
Tíðindaskriv:
Nýggjasta í okkara vøruskrá er, at vit hava gjørt avtalu við Adria um, at vit verða teirra umboð innan sølu og servisering av teirra campingvognum.
Hetta er ein heilt sjálvsøgd menning í vøruskránni, tí vit selja og servisera viðfestivognar og tískil passar hetta sera væl inn í okkara úrval.
Komandi fríggja- og leygardag eru vit á torginum í SMS, hvar vit fara at kunna meira um hetta nýggja átakið og at geva kundunum nærri frágreiðing.
Tað er eitt rák í Føroyum og aðrastaðni innan camping og nýtslu av campingvognum, og hevur hetta sett krøv til framleiðarar og teirra útboð.
Adria er ein sera framkomin framleiðari, so tað er ongin ivi um, at dygdin er í hásæti.
Vit hava fingið fleiri og fleiri fyrispurningar um campingvognar, so nú er tíðin komin, at vit bjóða hesar fram.
Vónandi, fara kundarnir at taka væl undir við hesum og fara vit at gera alt fyri at ganga ynskjunum á møti.
Eru spurningar ella ivamál frætta vit fegin.
Vinarliga
Kaj Andreasen & Co