Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýtt møtistað fyri føroyingar á alnótini

Fyri fáum døgum síðani lat nýggj heimasíða upp, ið kallast www.heima.fo .

Heima.fo er nýtt møtistað fyri føroyingar og til ber at kjakast um mangt og hvat, keypa og selja, melda seg til áhugabólkar, fylgja við hvørji tiltøk eru í Føroyum, møta nýggjum vinum í kjakrúminum og mangt annað.

Hóast tænastan júst er latin upp fyri almenninginum, so hava longu fleiri enn 150 føroyingar skrásett brúkara á www.heima.fo.

- Vit vóna at føroyingar koma við íblástri, meiningum og verða við til at gera tænastuna fjølbroytta og áhugaverda, siga stigtakarirnir til www.heima.fo.

Ætlanin er eisini at víðka við fleiri tænastum og tí eru fleiri spennandi ting í væntu komandi tíðina.

Vitja Heima.fo á www.heima.fo.