Nýtt missiónshús á Strondum
Tað hevur leingi verið greitt, at missiónshúsið á Strondum er ov lítið. Húsið, sum varð bygt í 1936 liggur væl fyri í hugnaligum umhvørvi mitt í bygdini á Strondum.
Nevndin hevur í fleiri ár arbeitt við at fáa nýtt missiónshús, og nú hava tey keypt ein bygning niðan fyri vegin, har gamla húsið er, og har verður nýggja húsið bygt.
Bygningurin, sum upprunaliga var handilsbygningur, er bygdur í 1960'unum og er ikki hóskandi til missiónshús.
Arbeitt verður við tekningum til nýggja húsið, og væntandi verður klárt at fara undir byggingina næsta summar.
Kelda: