Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýtt lív skal laðast í miðbýnum

Um Havnin skal vera ein kreativur og litfagur býur í framtíðini, har skapandi virksemi trívist, er alneyðugt at vit fáa viðtikið eina byggisamtykt, so gomul hús ikki verða tikin niður. Og tað eru fleiri grundir til at hesir bygningar verða varðveittir.

Bæði William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen settu Havnina og bókmentaliga heimskortið við teirra lýsingum av fólki, og lív teirra í heimsins minsta høvuðsstaði. Men teir settu eisini livandi og rámandi orð á teir fysisku karmar, sum eru baktjald í skaldsøgunum. Sostatt er av alstórum týdningi m.a. at varðveita gomlu pakkhúsini í Vágsbotni, húsini úti á Reyni og Skansan. Hesi gomlu bygningsverk geva ikki bara samleika, men eru eisini við til at lokka fleiri útlendsk ferðafólk til okkara hugnaliga høvuðsstad, enn vit helst geva okkum far um.

Tó er eisini umráðandi at varðveita og renovera nýggjari bygningar í miðbýnum fra t.d. 1950'unum og 1960'unum, tí teir eru við til at geva býnum og havnarfólki samleika. Og sum eg áður havi ført fram, eiga vit harumframt at skapa meira lív og gleði í miðbýnum við at skapa møguleikar hjá fólki at búgva har. Fortreytin fyri at miðbýur okkara kann gerast eitt slag av vakstrarhúsi fyri nýhugsan og kreativiteti er sjálvsagt at fólk sleppa búgva har og at tey sleppa nýta og uppliva hann - eisini í frítíðini.

Men fysisku karmarnir skulu verða teir røttu, og tí er av størsta týðningi at vit fáa gjørt byggisamtyktir, sum verja og verna um okkra høvðustað sum skjótast.

At broyta byggisamtyktir og sum harvið eisini fara at skapa ein enn meira livandi miðbý, er sjálvsagt eisni ein fíggjarligur spurningur. Av somu orsøk hevur núverandi býráð lagt upp til, at samalagt skulu upp til 5 millónir kr. av á fíggjarætlanini fyri 2013 til miðbýarætlanir. Harav eru 3 milliónir settar av til eina framtíðarætlan fyri Skálatrøð.

Við heilsan Levi Mørk, valevni

Les meira á www.levimork.com