Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýtt líksýn broytti onki

Tíðindaskriv í samband við druknivanlukkuna í Hvannasundi í novembur 2012.

Sum fjølmiðlar hava borið fram, varð ein 16 ára gomul genta funnin deyð á sjónum við byrgingina millum Norðdepil og Hvannasund 21. novembur 2012.

22. novembur varð rættarlæknaligt líksýn hildið á Landssjúkrahúsinum og niðurstøðan hjá embætislæknanum var tá, at gentan var druknað.

Í juli 2013 hendi eitt ógvusligt brotsverk í Norðdepli har 4 fólk vóru stungin illa og onkur í lívsvanda.

Tann 18 ára gamli skuldsetti varðhaldsfongslaði persónurin í hesum máli og gentan høvdu gingið saman í eitt tíðarskeið framman undan.

Politiið valdi tí fyri at binda um heilan fingur at gera eina so kallaða rættarlæknaliga obduktión av gentuni og mettu vit, at hetta var eitt neyðugt stig at taka.

Rættarlæknaliga obduktiónin, íð varð gjørd í gjár, kom tó til somu niðurstøðu, sum rættarlæknaliga líksýnið 22. novembur 2012.

Tað at noyðast at grava líkið upp aftur var eitt stórt stig at taka og fylgja nógvar sálarligar kenslur í kjalarvørrinum av hesum, fyri tey avvarðandi í eini slíkari avgerð.

Politiið takkar samtundis øllum fyri stóran stuðul í málinum.