Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýtt kirkjuhús í Sørvági

Á síðsta bygdaráðsfundi samtykti bygdaráðið at geva byggiloyvi til nýtt kirkjuhús til Sørvágs kirkju.

Kirkjan hevur staðið óbroytt uttan tað, at í 1973 varð kapell bygd upp í eystara enda, og longdin á tí var 2,8 m.

Á myndini sæst fyrsti skúlin í Sørvági, ið var bygdur í 1887. Eisini sæst kirkjan, sum varð bygd í 1886.

Kirkjuráðið hevur í fleiri ár arbeitt við ætlanini um at byggja kirkjuhús upp í kirkjuna. Men tá kirkjubygningurin er yvir hundrað ára gamal, skulu friðingarmynduleikarnir verða við til at avgera, hvar og hvussu bygt verður.

Í økinum kring kirkjuna eru funnir lutir og laðingar frá fornari tíð, og hetta hevur gjørt, at byggiætlanin er drigin út í fleiri ár.

Nú hevur kirkjuráðið keypt grannaognina, og har er ætlanin at byggja nýggja kirkjuhúsið.

Sonni Jacobsen hevur í fleiri ár savnað søguligt tilfar um Sørvágs kommunu, og í gomlum skjølum sæst, at tað var heilt vanligt, at sýslumaðurin gjørdi fólkateljingar við árslok.

31. desember 1887 hevur sýslumaðurin latið "forstandarskapinum" fólkateljingina fyri tað árið.** Hetta er fólkatalið fyri einstøku bygdirnar:

Sogne 1887

Slættenes: 39

Sandevaag: 243

Midvaag: 347

Sørvaag: 368

Bø **: 114

Myggenæs: 143

Tilsammen: 1254

Stjørnunar í Bø merkja, at hetta er fólkatalið í Bø, Gásadali og á Víkum.

Tey síðstu árini hevur nógv virksemi verið rundan um Kirkjánna. Sørvágs skúli hevur fingið stórar ábøtur, og Gamli skúli er umbygdur til musikkskúla.

Fyri góðari øld síðani var eisini stórt virksemi kring Kirkjánna. Við sínum 368 íbúgvum bygdi kommunan kirkjuna og skúlan.

Nú góða øld eftir, er Gamli skúli útbygdur, og ætlanin er, sum áður nevnt, at útbyggja kirkjuna.

Tað verður spennandi at síggja, hvussu úrslitið verður, har gamalt og nýtt møtast.

 Kelda: www.sorvag.fo