Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýtt ítróttagólv á Hálsi

Fyrsta dagin verður farið undir at leggja nýtt gólv á í Ítróttarhøllini á Hálsi. Gólvið er meir enn 40 ára gamalt og trongir til at verða skift.

Býráðið hevur samtykt at játta 2,5 mió kr til endamálið. Hetta er ein liður í dagføringini av høllini, sum verður gjørd í fleiri stigum.

Framman undan eru matstovan og køkurin endurnýggjað eins øll síðan við umklæðingarrúmum v.m.

”Ætlanin er at halda fram komandi árini at skifta takið og annað, so høllin lýkur øll nýtíðarkrøv”, sigur Jógvan Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs.

---

Eysturskúlin dagførast

Arbeiðið at umvæla Eysturskúlan í Havn verður nú tikið uppaftur. Á skúlanum vórðu fleiri lonir umvældar fyri nøkrum árum síðani og nú verður hildið fram.

Hesaferð er talan um D-lonina, har eitt nú svimjihylurin er í niðaru hædd. Høvuðsumvælingin fevnir í høvuðsheitum um útveggir, máling iannan, nýtt á gólvini bøtta brunatrygd og goymslurúm til klor, sum verður brúkt í svimjihylinum.

”Eysturskúlin er ein av býarins stóru skúlum, og hann fer at hava ein týðandi leiklut sum savningardepil fyri næmingar í hádeildini í fólkaskúlanum í framtíðin”i, sigur formaðurin í mentamálanevndini Jógvan Arge.

Kostnaðurin verður mettur til umleið 10 mió kr. Arbeiðið byrjar ætlandi í august.

---