Nýtt graslíki á vallirnar í Eysturkommunu
Sáttmáli um nýtt graslíki, FIFA 2 STAR, á vallinar í Eysturkommunu undirskrivaður.
Á býráðsfundi tann 16. februar samtykti býráðið at taka av tilboði frá Føroya Møblasølu, um at skifta graslíki á vøllunum í Leirvík og Norðragøtu.
Sáttmálin er undirskrivaður 24. februar 2012. Fyrst verður vøllurin í Leirvík skiftur. Fari verður í gongd við hetta arbeiðið í viku 15 og tekur tað uml. 10 dagar at leggja nýtt graslíki á vøllin.
Tá vøllurin í Leirvík er liðugur, verður vøllurin í Gøtu skiftur, og eftir ætlan verða hetta arbeiðið liðugt fyrst í mai.
Kelda: www.eysturkommun.fo