Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýtt frímerki við kjøli

Í dag gevur Posta út nýtt frímerkjaark, sum myndar Norrönu. Arkið kemur út í samband við árligu Norðurlandaútgávuna, sum hesa ferð hevur undirheitið “Skip: farma- og ferðafólkaflutningur”. Øll Norðurlond geva í dag út frímerki við hesum heitinum, og fæst ein mappa við øllum Norðurlandaútgávunum til keyps.

Frímerkjaarkið hevur ein heilt serligan eginleika. Hevur tú snildfon ella teldil, kanst tú fáa enn meira burturúr tínum frímerkjum. Tak niður appina og njót hugtakandi film um Føroyar. Finn Sepac Stamps appina á AppStore ella á Google play, og fá sjón fyri søgn. Appin er sjálvandi ókeypis.

Finnur Justinussen hevur tikið myndina og Kári við Rættará hevur staðið fyri uppseting.

Virðið er 2 x 14,50 kr., sum er postgjaldið til Les meira um nýggju frímerkini á www.stamps.fo