Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

NÝTT ELDRARÁÐ Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU VALT

Seinasta freist at velja til eldraráðið í Tórshavnar kommunu var í dag kl. 12. Møguleiki var bæði at velja um talgilda skipan og við brævatkvøðu. Í alt 11 høvdu stillað upp.

Í alt 4.419 borgarar yvir 60 ár valdagin høvdu valrætt. Valt hava 2.069, hetta er 46,8% av veljarunum. 

Valúrslitið var hetta:
Katrin Holm 471 atkvøður
Eydna Háberg 291 atkvøður
Julianna Klett 289 atkvøður
Petur Rouch 252 atkvøður
Helgi Hansen 154 atkvøður
Niels Pauli Danielsen 148 atkvøður
Tórgerð Dam 127 atkvøður
Eyrith Leyni 104 atkvøður
Brynhild Danielsen 85 atkvøður
Ása A. Østerø 77 atkvøður
Suffía Eliasen 68 atkvøður

Tríggjar atkvøður vóru blankar.

Vald í eldraráðið eru sostatt Katrin Holm, Eydna Háberg, Julianna Klett, Petur Roach og Helgi Hansen. 

Varalimir eru Niels Pauli Danielsen, Tórgerð Dam, Eyrith Leyni, Brynhild Danielsen og Ása A. Østerø.

Nývalda eldraráðið í Tórshavnar kommunu tekur við 1. januar 2017. Eldraráðið skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Eldraráðið hevur skrivstovu í Tilhaldinum í Tórsgøtu.

Eldraráðið ráðgevur býráðnum í eldrapolitiskum spurningum. Endamálið er at tryggja, at tey eldru verða hoyrd í viðurskiftum, sum viðkoma teimum, og eisini at gagnnýta teirra vitan og royndir. Eldraráðið kann av sínum eintingum eisini siga sína hugsan um eitthvørt evni av almennum áhuga fyri tey eldru, koma við hugskotum og seta spurningar.

Úrslitið sæst eisini HER: http://www.torshavn.fo/get.file?ID=2501