Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýtt Búskaparráð valt

Thomas Dam, Herit Albinus og Sverri Hansen eru kosin at manna Búskaparráðið árini 2013-2016. Longu 1. mars skal ráðið lata landsstýrismanninum í fíggjarmálum eina búskaparfrágreiðing.

Eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, kosið limir í Búskaparráðið fyri komandi fýra árini.

Hesir búskaparfrøðingar eru valdir í Búskaparráðið: Thomas Dam, Herit Albinus og Sverri Hansen. Ráðið skipar seg sjálvt við formanni.

Stutt um nýggju ráðslimirnar
Thomas Dam, rakstrarstjóri á Vodafone
Hevur verið formaður seinastu 4 árini í búskaparráðnum. Hann er útbúgvin MSc Business Adminstration á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Hann hevur starvast bæði innan tað almenna og privata í Føroyum. Hann hevur m.a. verið fíggjarstjóri á Nærverkinum.

Herit Albinus, handilsskúlalærari
Útbúgvin sum MSc Econometrics and Mathematical Economics (merit) á London School of Economics og undirvísir í altjóða búskapi, støddfrøði og virkisbúskapi á Føroya Handilsskúla.

Sverri Hansen, stjóri í Útnorðurgrunninum
Útbúgvin sum cand oecon frá lærda háskúlanum í Århus. Hann hevur havt sæti í grønlendska búskaparráðnum og hevur drúgvar royndir innan ymisk yrki. M.a. hevur hann verið formaður í Framtaksgrunninum.

Tvær árligar frágreiðingar
Uppgávan hjá Búskaparráðnum er at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum og koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.

Tvær árligar konjunturfrágreiðingar skulu gerast.

Fyrra frágreiðingin skal almannakunngerast 1. mars. Tað ein mánaða áðrenn landsstýrið skal leggja uppskot um játtanarkarmar fyri løgtingið. Seinna frágreiðingin skal koma 1. september, tvs. ein mánaða áðrenn landsstýrið skal legga uppskot um fíggjarlóg fyri Løgtingið.

Búskaparráðið kann eisini gera aðrar frágreiðingar.

Fróðskaparsetrið umsitur
Broyting í lógini fyri Búskaparráðið ber í sær, at frá 1. apríl røkir Fróðskaparsetur Føroya skrivarauppgávuna og hevur dagligu umsitingina av Búskaparráðnum. Eftir ætlan verður henda umsiting flutt frá Landsbankanum í næstum í sambandi við umskipanina av honum.