Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýtt Búskaparráð uttan nakra kjølfesta skrivaraeind

Enn er heldur onki svar fingið uppá spurningin um, hvør stovnur skal tryggja óhefta makrobúskaparliga eftirlit Føroya, nú Landsbanki Føroya verður avtikin, sigur Kristina Háfoss úr Tjóðveldi, í viðmerking til munnligan fyrispurning til Jørgen Niclasen, um Fróðskaparsetur Føroya, Búskaparráðið og makrobúskaparlig eftirlit.

1. Hví hevur landsstýrismaðurin fleiri ferðir fráboðað, at Fróðskaparsetur Føroya fær játtan at stovna nýggja búskaparfrøðiliga útbúgving í 2013 ?

2. Hvussu skal henda útbúgving stovnast, tá játtanin til Fróðskaparsetur Føroya verður skert við 1,5 mió. kr. í 2013 ?

3. Hvar verða skrivarauppgávurnar hjá Búskaparráðnum røktar, nú Landsbanki Føroya verður avtikin og ongin játtan er til hetta á Fróðskaparsetri Føroya ?

4. Hvørjar óheftar búskaparfrágreiðingar koma í staðin fyri tær frágreiðingar, ið Landsbanki Føroya hevur framleitt higartil ?

5. Hvør stovnur tryggjar óhefta makrobúskaparliga eftirlit Føroya í 2013 og framyvir ?

Viðmerking

Samgongan hevur avtikið Landsbanka Føroya pr. 1. apríl 2013.

Nógvir ósvaraðir spurningar eru. Millum hesar er, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum aftur og aftur hevur fráboðað, at Fróðskaparsetur Føroya fór at fáa játtan til at stovna búskaparfrøðiliga útbúgving tá Landsbanki Føroya varð avtikin.

Við 3. viðgerð av fíggjarlógini fyri 2013 tryggjaði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sær, við broytingaruppskoti, at ongin meirjáttan varð latin Fróðskaparsetur Føroya. Eftir stendur Fróðskaparsetur Føroya við, at skula spara 1,5 mió. kr. í 2013 umframt at ongin játtan er til lønarvøkstur, og skal tí sparast enn meira.

Samstundis stendur nýggja Búskaparráðið uttan nakra kjølfesta skrivaraeind, og ógreitt er, hvørjar ætlanir eru hesum viðvíkjandi.

Enn er heldur onki svar fingið uppá spurningin um, hvør stovnur skal tryggja óhefta makrobúskaparliga eftirlit Føroya, nú Landsbanki Føroya verður avtikin. Eitt eftirlit, ið øll onnur lond í vesturheiminum hava uppraðfest eftir fíggjarkreppuna.

Fyri at fáa lýst málið verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 23. januar 2013

Kristina Háfoss

Løgtingskvinnna fyri Tjóðveldi