Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýtt barna og ungdómshús í Hoyvík

Sum støðan er við verandi fólkatalinum og barnatalinum í Hoyvík, sum ikki er minkandi í mun til aðrastaðir í kommununi. Noyðast vit at gera ein nýtt barna og ungdómshús í Hoyvík. Hetta kann ikki útsetast longri. Men hetta er sjálvsagt ein spurningur um fígging. Men við verandi tørvi, mugu vit í komandi tíðum gera nakað við støðuna.

Sum er hevur TK kommuna eisini ætlanir um hetta, tað er avsett eitt øki við Karlamagnusarbreyt til endamálið. Somuleiðis eru eisni góðir bygningar til sølu í Hoyvík, sum kunnu nýtast til endamálið. Ì dag húsast bæði frítíðarskúli, skúli, serstova, ungdómshúsið KLUBB 188 og nýggja tilboði fyri 3 flokk í Frítíðarskúlanum í Hoyvík.

Her eru alt ov smáir karmar til alt hettar endamálið, tí tørvurin er sera stórur í Hoyvík. Ì alt brúka yvir 300 børn og ung somu karmar, hetter er als ikki í ordan. Somuleiðis eru hetta als ikki nøktandi fyri øll tey starvsfólk sum arbeiða har.

Aðrir møguleikar eru eisni at útbyggja Hoyvíkar skúla til eitt nú børn við serligum tørvi. Hetta havi eg eisni víst á fyrr og her kundi verið upplagt at byrja.

Hetta gongur út yvir kvalitetin í tí dagliga arbeiðinum, somuleiðis er talan um børn og ung sum hava ymiskar tørvir og núverndi hølir í Hoyvík eru alt ov smá til alt hettar virksemi.

Levi Mørk

Býráðslimur