Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýskipan av skattaskipanini, arbeiðsmarknaðurin og fólkavøkstur

Ársfrágreiðingin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag er nú tøk.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði gjár 16. mai ársaðalfund sín. Sitandi nevnd heldur eftir aðalfundin óbroytt fram við Bergi Poulsen sum formanni og Høgna Hansen sum næstformanni.

Í ársfrágreiðing felagsins http://industry.fo/Default.aspx?ID=3651 verður serligur dentur lagdur á trý viðurskifti, har serligar avbjóðingar eru: nýskipan av skattaskipanini, avbjóðingar á arbeiðsmarknaðinum umframt fólkavøkstur og tilflyting. Nýskipan av skattaskipanini Føroyska skattaskipanin varð broytt fyri umleið 1½ ári síðani, men enn er ikki komið á mál.

Tað er neyðugt við eini umfatandi nýskipan av skattaskipanini. Henda umskipan eigur at hava til endamáls at minka um lønarskattin, soleiðis at vit standa okkum betri í kappingini um dugnaligu arbeiðsmegina, og at tað gerst meira hugaligt at arbeiða meira.

Hetta merkir, at serskattaskipanir mugu strikast, og umhugsast má at leggja skatt á annað enn arbeiðið. Avbjóðingar á arbeiðsmarknaðinum Føroyski arbeiðsmarknaðurin stendur yvirfyri stórum avbjóðingum. Trupult er at kappast um arbeiðsmegina, sum er sera flytfør, og sum fær skattligan fyrimun av at arbeiða uttanlands heldur enn at arbeiða í Føroyum.

Samstundis hava føroyskar fyritøkur ikki møguleikan til frítt at seta útlendska arbeiðsmegi í starv. Tað er alneyðugt, at politiska skipanin tekur hesar spurningar upp og tryggjar føroyskari vinnu atgongd til arbeiðsmegina – fyrst og fremst tað føroysku, men eisini til útlendska arbeiðsmegi.

Gera vit ikki tað, er vandi fyri, at serliga handverksvinnan minkar enn meira, og at útbúgvingin av lærlingum í ringasta føri steðgar upp. Fólkavøkstur og tilflyting Fólkavøkstur og tilflyting er eitt evnið, sum hevur verið nógv umrøtt seinasta árið.

Arbeiðsbólkur hevur latið frágreiðing um heildarætlan fyri fólkavøkstur og tilflyting, men enn eru neyðug átøk ikki sett í verk fyri at náa endamálinum. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tey átøk, sum ikki hava stórvegis kostnað við sær, eiga at verða framd beinanvegin, og at ein raðfesting eigur av verða gjørd av restini.

Somuleiðis fer Føroya Arbeiðsgevarafelag at heita á limirnar um at stuðla upp undir heildarætlanina.

Ársfrágreiðingin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag 2012 er tøk her:

http://www.industry.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fFAG%2f2013%2f%26Aacute%3brsfr%26aacute%3bgrei%26eth%3bing+FAG+2012.pdf