Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýskapandi KT-serfrøðingur á Vinnan Veit

Í ár verður virðislønti fyrilestrahaldarin Preben Mejer frá Innovation Lab, høvuðsrøðari á Vinnan Veit, ið NEMA skipar fyri í Norðurlandahúsinum komandi fríggjadag 13. september.

Preben Mejer er av Børsens Nyhedsmagasin kosin at vera mest nýskapandi KT-serfrøðingurin í Danmark., meðan Computerworld metir hann vera millum tey 10 týdningarmestu KT-fólkini í Danmark.

 Á Vinnan Veit fer Preben millum annað at hugleiga um nýggju rørsluna innan Smart Computing, ið snýr seg um at gagnnýta alt tað dáta, ið verður savnað kring okkum. Smart Computing ger, at vit nú kunnu gagnnýta hagtøl í real-time, heldur enn at arbeiða við tølum, sum eru mánaðar- ella ársgomul.

Preben Mejer er ein livandi og eldhugaður fyrilestrahaldari, ið ofta hevur verið viðmerkjari í sjónvarpi, útvarpi og øðrum miðlainnsløgum, ið snúgva seg um KT og rák. Hann er serfrøðingur í at fanga rák úr KT og tøkniliga umhvørvinum, og hjálpir øðrum við at umseta tey til gerðir.

Hann hevur drúgvar royndir innan ráðgeving og sparring fyri fyritøkur, ið standa við tøkniligum møguleikum og avbjóðingum. Umframt at vera stovnari og nevndarformaður í Innovation Lab, er hann nevndarlimur í Gyldendal, Publizon, Systime, Topas Rejser og Northcap Partners.

Ráðstevnan er ókeypis, og øll eru vælkomin. Til ber at melda til á www.nema.fo .