
Nysgjerrigper: Lomvigin kom aftur í Noregi
Í Nysgjerrigper 1 - 2017 er grein um lomvigan, sum nærum hvarv í pørtum av Noregi, men nú er komin aftur. Her eru góð ráð um, hvussu til ber at læra mál uppá 1-2-3. Til ber at lesa um, hvat skýggj fortelja okkum og hvørjum krússi kakao smakkar best úr.
Sum vant eru eisini plakatir, uppskriftir til ymsar royndir, krossorð og annað í blaðnum.
Tað er Norges Forskningsråd, sum gevur Nysgjerrigper út. Granskingarráðið fær blaðið ókeypis og sendir tað til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Blaðið verður eisni sent bókasøvnum og øðrum.
Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á : gransking@gransking.fo
Blaðið kann eisini takast niður frá nysgjerrigper.no: https://nysgjerrigper.no/Artikler/nysgjerrigper-bladet