Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýhugsan! Eldraøkið!

Frælsið at velja, ávirkan á egnar liviumstøður og meira tíð saman við sínum nærmastu? 

Tað vísir seg at vera ein felags fatan millum fólk, at eldri vilja verða heima sum longst og at lívið á ellisheimi ikki er tíðarhóskandi og ynskiligt.

Kann orsøkin vera, at vit ikki seta øll segl til – fyri at fáa fólk at trívast?

Er spurningurin ikki skipan av viðurskiftum og um lívsinnihald, umsorgan, tilknýti og næstringasambond?

Eldrarøkt flutti seg, frá at vera ein uppgáva hjá familju í nærumhvørvi, til eina almenna uppgávu.

Ávegis eru viðurskiftini lagað til av:

Politikkarum
Kommunumørkum
Fíggjarkørmum
Stjórum
Dagligum leiðarum
Starvsfólkum
Fagfelagum
Arkitektum
o.ø.

Hesi hava øll sett sítt fingramerki á ‘produktið eldrarøkt’, og við allari virðing fyri fyrisiting, fakbólkum og servitan, so kunna vit spyrja - fingu tey eldru tað, tey ynsktu?

Kundi hugsað mær eldraøkið ‘javnað við jørðina’ og hugsað av nýggjum.

Kundi hugsað mær arbeiðsbólkar mannaðar av eldri og viðkomandi politikara/fakbólki, sum í felag viðgera økið heilt av nýggjum, frá sjúkufyribyrgjan og rehabilitering, til bústaðir og røkt. Við støði í tí ymiskleika tað er, at vera gamal. 

Eisini úr tí sjónarhorni, at síggja nýggjar avbjóðingar og nýggjar møguleikar í privatum og sjálvbodnum regi, sum supplerandi til verandi ella vanliga tankagongd eldraøki viðvíkjandi.

• Skal búplássið vera í heimbygdini ella nærri børnunum?
• Kunnu eldri, lesandi og onnur vera í somu íbúðareind, til gleði og gagns fyri hvønn annan?
• Kunnu øki verða sett av á heimum til flytfør arbeiðspláss, so avvarðandi kunna arbeiða og 
   vera saman við sínum eldru ávís tíðarskeið?
• Meira daginnihald?
• Og so framvegis .........

Hetta eru bara nakrir tankar. Tað hevði verið hugaligt at fingið endurskoðan og nýhugsan á breddan og kreativitet og fjølbroytni eisini til gleði og gamans, har øll, eldri og avvarðandi, hava tað so gott sum møguligt, sum longst.

Bergun Kass 
Framsókn