Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjur vøllur á Svangaskarði

Mánadagin 25. juni var nýggi vøllurin handaður. Arbeiðið at leggja nýggjan graslíkisvøll á Svangskarði er nú liðugt, og væntandi verður nýggi vøllurin tikin alment í nýtslu leygardagin 30. juni, tá B68 og TB bresta saman í Effodeildini.

Stutt undan jólum í fjør varð avtala gjørd millum Nes Kommunu og Fótbóltssamband Føroya, um at grasvøllurin á Svangaskarði skuldi takast av, og graslíki leggjast á ístaðin.

Arbeiðið á Svagaskarði hevur gingið væl, og nú væntar bert seinasta góðkenningin av nýggja graslíkisvøllinum, áðrenn vøllurin kann takast alment í nýtslu.

Kelda: www.nes.fo