Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjur stjóri settur fyri Føroya Handilsskúla

Tíðindaskriv: Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur eftir tilmæli frá stýrinum fyri Føroya Handilsskúla gjørt av at seta Helenu Dam á Neystabø sum stjóra á Føroya Handilsskúla. Tá ið umsóknarfreistin til skúlastjórastarvið var úti tann 14. februar 2012, vóru 15 umsóknir komnar til starvið.

Helena Dam á Neystabø er 56 ára gomul, og hon er útbúgvin cand.mag. í donskum og týskum. Eisini hevur hevur hon eina masterútbúgving innan almenna leiðslu. Helena Dam á Neystabø hevur undirvísingarroyndir sum miðnámsskúlalærari og fyrisitingarroyndir frá Landsskúlafyrisitingini, har hon hevði ábyrgd av miðnámsskúlunum, serstakliga Handilsskúlunum.

Helena Dam á Neystabø hevur verið stjóri á Føroya Skúlabókagrunni, umframt at hon hevur verið landsstýriskvinna fleiri ferðir, síðst í Mentamálaráðnum við ábyrgd av m.a. skúlamálum. Í sínum politiska starvi hevur hon havt nógvar leiðslu- og álitispostar.

Nýggi stjórin tekur við starvinum 15. apríl í ár.