Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjur stjóri á JT electric

Dan Klein --- 07.09.2017 - 07:19

Suni Justinussen er settur sum nýggjur stjóri á JT Electric. Hann kemur úr starvi sum sølu- og marknaðarstjóri á Vodafone, har hann hevur starvast seinastu 4 árini.

Tíðindaskriv, 5. september 2017

Umframt at vera útbúgvin maskinmeistari hevur Suni útbúgvingar innan banka- og íløguvirksemi. Harafturat hevur hann royndir innan leiðslu og nevndararbeiði.

- Vit meta, at Suni er rætti profilurin, sum JT electric hevur tørv á, sigur Árni Rasmussen, nevndarformaður í JT electric. Umframt sína teknisku bakgrund, hevur hann eisini leiðsluroyndir og viðkomandi útbúgvingar til starvið.

Suni tekur yvir sum stjóri tann 1. oktober eftir Róa Kalsø, ið hevur verið stjóri síðan 2013, men nú hevur valt at taka við nýggjum avbjóðingum í øðrum starvi. 

JT electric hevur 35 fólk í starvi og er veitari av framkomnari el-tøkni til alivinnuna í Føroyum og uttanlands. Fyrr í ár vann fyritøkan heiðurin fyri ársins innovatión fyri nýggju fóðurskipanina, sum er ment til alibrúk.