Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skipanin avmynda á dekkinum

Nýggjur slóðbrótandi oljukókari frá Faroe Maritime Technic

Góðar nýggjheitir eru nú til tey, ið hava tørv á at reinsa sludge, bæði á sjógvi og landi.

Faroe Maritime Technic úr Vági, hevur seinastu 9 mánaðirnar ment og royndarkoyrt eina kóki-skipan til at reinsa sludge, ið er ein blanding av olju og vatni, har partur av vatninum er bundin til oljuna(emulgera).

Skipanin, ið ber enska heiti “Sludge Dewatering Separator”, og sum longu hevur fingið styttingina SDS´in, er upprunaliga ein uppgáva, ið er bíløgd frá einum størri donskum reiðaríi, sum í longri tíð hevur leitað eftir eini umhvørvisvinarligari heildarloysn til at reinsa allar oljudálkaðar tangar í maskinrúminum. Tá reiðaríið ikki megnaði at finna eina nøktandi loysn á marknaðinum, var uppgávan latin FMT úr Vági til at loysa, sum longu frammanundan hevði gott samstarv við reiðaríið um aðra verkætlan.

Leiðsla og íleggjarar, ið eru Framtak, Íløgufelagið Royndin og KPT, stóðu allir saman um verkætlanina, soleiðis at uppfinnarin og stovnarin av FMT, Kaj Joensen, kundi fara undir at loysa uppgávuna, sum eisini fekk dyggan stuðul frá Vinnuframa. Longu fyrst í mai, bert 9 mánaðir seinni, var fyrsta skipanin sett í umborð á royndarskipinum, og skjótt vóru allir partar á einum máli um, at verkætlanin var eitt gjøgnumbrot.

Undir royndarkoyringini vóru allir tangar umborð, sum sludge var í av ymsum slag, viðgjørdir. Úrslitið var, at eftir bert trimum vikum, var alt sludge umborð viðgjørt, og harvið kundi skip og reiðarí spara nógvan pening við bert at pumpa viðgjørda spillolju í land.

Av royndum er tað kent, at skip mangan pumpa sludge í land, ið inniheldur 50 - 70% av vatni.

Størstu fyrimunir við SDS´inum eru:

 at hann viðgerð upp til 1200 litrar/døgn

 at hann er sjálvvirkandi, nærmast uttan viðlíkahald

 brúkarin velur sjálvur vatnnøgdina í oljuni, ið kann stillast heilt niður til 0%

 at hann er umhvørvisvinarligur, við lágum orkubrúki

Eisini kann skipanin útbyggjast til at viðgerða lensivatn.

Søkt er patent uppá skipanina, og í hesum døgum verður síðsta hond løgd á at broyta sniðið, soleiðis at skipanin fyllir minst møguligt í einum maskinrúmi.

Avtalað er longu gjørd við reiðaríið um keyp av skipanum, og væntandi eru fyrstu SDS´ararnir klárir til avskipan longu síðst í august.