Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjur skrivari á sendistovu Føroya í Brússel

Anna Elisabeth Vidtfeldt hevur tikið við fasta starvinum sum skrivari á sendistovu Føroya í Brússel. Hennara fyrsti starvsdagur var týsdagin 1.september.

Nýggi skrivarin er 32 ára gomul og ættað av Sandi. Hon hevur eina MA útbúgving í týskum máli og málfrøði (linguistics) frá lærda háskúlanum í Aberdeen og eina MSc í «International Management and Business Communication» frá Heriot Watt University, Edinburgh. Hon hevur millum annað starvsroyndir sum læraravikarur og frá handilsvirksemi í Føroyum.

Seinastu tvey árini hevur Marjun Olsen Lützen verið í fyribils starvi sum skrivari á sendistovu Føroya í Brússel.