Nýggjur savnsvørður á Náttúrugripasavninum
Janus Leivur Hansen er frá 1. november settur sum savnsvørður á djóradeildini á Føroya Náttúrugripasavni, ið er ein deild undir Søvnum Landsins.
Janus Leivur Hansen er útbúgvin lívfrøðingur við lærda háskúlan í Lund. Hann hevur drúgvar royndir innan savnsøkið. Síðani 2000 hevur hann í fleiri umførum starvast á Náttúrugripasavninum í sambandi við ymiskar verkætlanir innan náttúruøkið. Eitt nú hevur hann staðið fyri at gera reyðlista fyri fuglar í Føroyum, og seinastu árini hevur hann granskað skordýr í føroysku áunum.
Hann hevur alla tíðina verið virkin í miðlan av náttúruni, serlig í sambandi við náttúruheimasíðuna FaroNature, umframt at hann hevur virkað bæði sum formaður og nevndarlimur í Fuglafrøðifelagnum.
Í starvinum sum savnsvørður skal Janus standa fyri og hava leiðsluna av djórafrøðini á landi, tað er goymslum, framsýningum, gransking og miðlan stovnsins í sambandi við hetta.
Eisini hevur starvið við sær spennandi avbjóðingar í sambandi við skipanina av Søvnum Landsins.