Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjur sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag

Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag skrivaðu í gjár undir nýggjan sáttmála.

Lønarhækkanirnar eru innan fyri sama karm, sum onnur fakfeløg hava fingið, t.e. 2,25% fyrra árið og 1,9% seinna árið.

Bæði árini er ein partur av karminum brúktur til at hækka eftirlønargjaldið, fyrst upp í 12,5%, síðan upp í 13,5%.

Nýggjar ásetingar eru eisini í sáttmálanum um eftirlønargjald, barnferð og uppsøgn, so hesar eru meira tíðarhóskandi og í samsvari við lóggávu á økinum, og ólavsøkuaftan gerst heilur frídagur.

Argir, 18. mars 2016

Fíggjarmálaráðið