Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjur samtalubólkur fyri teg ið hevur mist makan

Dan Klein --- 08.03.2017 - 07:04

Samtalubólkur fyri teg, ið hevur mist makan av krabbameini, byrjar 14. mars kl. 13.00. Les søguna hjá Henry Fjallstein, sum tók av tilboðnum um samtalubólk tá hann misti konuna fyri nøkrum árum síðani.

Samtalubólkur fyri teg, ið hevur mist makan av krabbameini, byrjar 14. mars kl. 13.00, hevur hetta tín áhuga, vinaliga boða frá luttøku á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo, innan 13. mars.
 
Í einseminum var gott at fáa tosað við onnur í somu støðu
 
Tá Henry Fjallstein í Havn sá eina lýsing frá Krabbameinsfelagnum, sum beyð fólki, ið høvdu mist makan, hjálp at koma víðari, tók hann av tilboðnum

Tann 9. desember í 2014 misti Henry Fjallstein í Havn konu sína, Anni. Hon var 66 ára gomul. Anni hevði verið sjúk av krabbameini síðan januar mánað, og hóast hon bæði fekk kemoviðgerð og strálur, viknaði hon alsamt. Í oktober fingu Henry og børnini boð um, at meira var ikki at gera, og Anni fekk tí bara linnandi viðgerð síðstu tíðina. Onnur dóttirin og sonurin vóru hjá henni, tá hon doyði. Henry og hin dóttirin komu beint aftaná.
 
Anni og Henry giftust í 1971 og fingu børnini í 1973, 1977 og 1979. Í Maritugøtu, har tey bæði búðu tveyeini, gjørdist einsligt at vera hjá Henry, tá Anni var farin. Alt inni í húsinum minti hann á hana. Hennara navn var støðugt í tonkunum, og tá hann kveitti oman á Hoyvíkar kirkju, sum úr stovuvindeyganum sæst hevja seg hábærsliga upp í loft, kom honum til hugs, hvat Anni hevði sagt, meðan hon viknaði og gjørdist alsamt tyngri fyri andanum.
 
Hon skuldi ikki berast úr Hoyvíkar kirkju, tí hon vildi ikki plága fólk at ganga heilt úr Hoyvík út í kirkjugarðin við Velbastaðvegin. Heldur vildi hon úr kapellinum, og haðani fór hon. Eisini hevði hon sagt, at Henry skuldi koma víðari, tá alt var av. Hetta hjálpti honum væl. Hann fór sum vant út millum fólk, tí hann hevur altíð verið opin og prátingarsamur maður. Men heima var einsligt, tí nú var hann einsamallur í húsi.
 
Vendi sær til felagið
Í einseminum fekk hann tørv á at tosa við onkran um sína støðu, og í einum blað sá hann ein dagin eina lýsing frá Krabbameinsfelagnum, har felagið lýsti við, at fólk, sum høvdu mist makan, kundu koma í sorgarbólk at tosa saman. Hann møtti upp og prátaði um sína støðu, og eftir fleiri fundir var glið komið á hjá øllum at seta orð á sínar kenslur. Hann skilti, at onnur høvdu júst somu tankar sum hann, og tað hjálpti væl.
 
Síðan Anni fór, hevur Henry ofta droymt um hana. Dreymarnir hava allir verið góðir, og meira enn so hevur hann fingið onkran muss frá henni, sum kendist veruligur. Í dag sigur hann, at hann fer altíð at sakna hana, tí tey høvdu so mong góð ár saman, og tað var heldur ongantíð ætlanin, at annað teirra skuldi fara so tíðliga.
 
“Eg havi altíð havt tørv á tryggleika, so mangulin er stórur. Men tað hevur hjálpt at tosa við onnur, og tað hevur eisini hjálpt at havt samband við arbeiðsplássið allatíðina. Mær dámar væl at fara út, og er dansur í høllini, haldi eg meg framat, tí mær dámar eisini væl at dansa,” sigur Henry Fjallstein, sum í 40 ár starvaðist hjá Posta og seinastu níggju árini hevur verið húsavørður hjá Waag bilum.